Umdystur um FM

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag skulu í morgin páskaaftan telva umdyst um FM-heitið 2021. Teir endaðu javnir í oddanum í landsliðsbólkinum við seks stigum hvør.    Sjeynda og seinasta umfar í árligu FM-stevnuni í talvi fyri einstaklingar, sum Klaksvíkar Talvfelag hevur skipað fyri nú um páskirnar, var avgreitt á Skúlatrøð í dag. Men liðugt er kortini ikki enn, tí umdystur verður um FM-heitið í morgin páskaaftan – bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu.

Les meira »

Umdystir um Føroyameistaraheitini

Dagsins úrslit í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum lagaða seg soleiðis, at neyðugt verður við umdysti. Í landsliðsbólkinum eydnaðist tað Høgna Egilstoft Nielsen at vinna á Hans Kristiani Simonsen, samstundis sum Martin Poulsen vann á Samsoni Højgaard. Høgni og Martin endaði tískil javnir á 1. plássi við 6 stigum hvør.

Les meira »

Tríggir kunnu vinna

Tað er spenningur við lít fyri seinasta umfar í FM-kappingini í talvi í morgin Langa fríggjadag.    Kappingin stendur millum tríggjar telvarar, ið allir kunnu strúka avstað við FM-heitinum. Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at standa á jøvnum millum tveir av hesum trimum, soleiðis at FM-heitið skal avgerast við umdysti. Um so er, verður avgerðin at bíða til páskaaftan leygardagin.

Les meira »

Remis í toppdysti

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen,  spældu javnt í fimta umfari mikukvøldið. Støðan var púra jøvn allan vegin. Báðir telvaðu lýtaleyst, men eisini varisliga. Hvørgin vildi av álvara satsa. Eftir 34 leikir samdust teir um remis í avgreiddari støðu.

Les meira »

Hans Kristian framvegis ósigraður

Hans Kristian Simonsen er flúgvandi í FM-kappingini í talvi. Hann vann aftur í dag, og hevur nú fýra sigrar á rað í meistarabólkinum.  Men Martin Poulsen er bara eitt hálvt stig aftari, og tí verður dysturin teirra millum í fimta umfari í morgin ógvuliga spennandi.

Les meira »