Lógir fyri Talvsamband Føroya §1 Navn felagsins er Talvsamband Føroya. §2 Endamál felagsins er at samskipa telving í Føroyum. Harumframt at umboða føroyska telving úteftir og annars at nøra um talváhugan og kunnleikan í Føroyum. §3 Ein og hvør kann gerast limur í talvsambandinum, bæði talvfeløg og einstaklingar. Tó hava bert feløg atkvøðurætt á aðalfundi. Fyri at eitt felag kann roknast sum serstakur limur í talvsambandinum, má tað hava minst 3 limir. §4 Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Á aðalfundi verður hvørt felag umboðað av einum manni fyri hvørjar 10 limir, ið felagið hevur. (Hetta skal skiljast soleiðis, at feløg við upp til 10 limum hava rætt til ein umboðsmann, 11-20 limum tveir, 21-30 tríggjar o.s.fr.) Regluligur aðalfundur, sum skal kunngerast í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, verður hildin á hvørjum ári í februar við hesi dagsskrá: 1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári 2. Framløga av grannskoðaðum …
			Les meira »