Tólv lið kappaðust í steypakappingini í gjár. Summi feløg høvdu fleiri enn eitt lið, Havnin og Klaksvík høvdu trý hvør, og Sandavágur tvey. Øll feløg vóru ikki við, eitt nú Rókur, Gøta og Suðuroyggin. Øll liðini telvaðu hvør móti øðrum, í alt ellivu umfør.
Seinastu Tíðindini
Talvslóðarar heiðraðir
Andrias Ziska, vinstrumegin, Rubek Rubeksen, í miðjuni, og Jóan Pætur Midjord, høgrumegin, vórðu í gjár krýndir heiðurslimir í Havnar Telvingarfelag.
Havnar Telvingarfelag, sum í gjár skipaði fyri stóra, árliga steypakappingardegnum millum føroysk talvfeløg úti í Skúlaheiminum í Marknagili, nýtti eisini høvið til at tilnevna tríggjar av drúgvastu felagslimum sínum til heiðurslimir.
Rubek Rubeksen (f. 1943) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1963. Rubek var í fleiri ár millum góðu telvararnar í felagnum, og hevur vunnið felagnum mangar sigrar. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Í 1973 var hann nummar tvey í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Rubek var millum teir fyrstu í Føroyum, sum fór uttanlands at telva. Longu í 60-unum var hann í Hollandi, Sveis og Italia, ofta saman við vinmanninum Goldney, sum eisini var limur í Havnar Telvingarfelag. Rubek slóðaði fyri í royndunum at vinna Føroyum altjóða limaskap í heimstalvsamgonguni FIDE. Hetta eydnaðist longu í 1970. Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.
Jóan Pætur Midjord (f. 1945) byrjaði í Havnar Telvingarfelag í 1966. Jóan Pætur gjørdist eftir fáum árum ein av bestu telvarum felagsins. Jóan Pætur er tann einasti, sum eftir er av fyrsta OL-landsliði okkara, sum kappaðist í Siegen í 1970. Og Jóan Pætur var hann, sum vann okkum fyrsta sigurin í einum OL-landsdysti yvirhøvur. Hann var við í alt níggju ferðir á føroyska landsliðnum á talvolympiadu. Jóan Pætur hevur vunnið mangt meistaraheitið fyri Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist ikki at vinna FM-heitið sum einstaklingur, men ofta var hann næstbestur. Jóan Pætur var góður felagsmaður og kappingarmaður við lít. Hann var eitt skifti formaður í Havnar Telvingarfelag. Og ítróttarmaður var hann sum fáur, meistari innan fótbólt, hondbólt, borðtennis og badminton – og í talvi.
Andrias Ziska (f. 1949) telist eisini millum veteranarnar í Havnar Telvingarfelag. Hann kom kanska eitt sindur seinni upp í felagið enn hinir, men uppvaksin er hann í øðrum Talvhúsið enn tí hjá Havnar Telvingarfelag – barndómsheimið í Bøkjarabrekku var fult í góðum telvarum. Brøðurnir Súni og Bjarki vóru eisini millum landsins bestu telvarar. Andrias telvaði lestrarárini í Danmark fyrst í 70-unum í Københavns Skakforening – felagið hjá Bent Larsen – men heimkomin miðskeiðis í 70-unum gjørdist hann hollur stuðul og rættur felagsmaður í Havnar Telvingarfelag. Andrias fekk sum hin fyrsti í lag veruliga ungdómstelving og skipaða undirvísing fyri børnum síðst í 70-unum. Hesin táttur hevur havt ovurstóran týdning fyri felagið. Andrias hevur eins og hinir vunnið felagnum mangan sigurin, og í 1983 eydnaðist honum at vinna FM-heitið sum einstaklingur. Andrias er pápi Helga Dam Ziska, sum er stórmeistari í talvi.
Lisa J. Xin úr Føroyum er nýggjur Norðurlandameistari í gentutalvi!
Í Nordic Girls Chess Championship vann Lisa J. Xin úr Føroyum fýra talv og gjørdi javnt í einum, og fekk sostatt 4½ stig av 5 møguligum. Við hesum úrsliti tryggjaði hon sær heitið sum Norðurlandameistari í gentutalvi.
Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í hesi sterku kapping.
Helena Egilstrøð Jensen ið er búsitandi í Danmark var eisini við í kappingini, og planurin er at hon skal skifta til at umboða Føroyar í frammtíðini
Vit ynskja bæði Lisu, Natasju og Helenu hjartaliga tillukku við luttøkuni og góða innsatsinum!
Lisa gjørdi bart!
Lisa J. Xin er norðurlendskur meistari fyri gentur í bólkinum fødd í 2012 og seinni. Við sannførandi telving lat Lisa ongan iva verða um hvør var stinnast í bólkinum. Lisa var styrkismett nr.9 í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti. Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðani vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talv tað umfari. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðani einari norskari í 4. umfari.
Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nr. 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí uppá spæl.
Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni tók Lisa av remistilboðinum frá mótstøðugentuni. Sostatt gjørdist Lisa meistari við 4,5 av 5 stigum.
Natasja Mørkøre hevur eisini luttikið í kappingini. Hon byrjaði væl við einum remis móti íslendara styrkismett nr. 4 í kappingini. Síðani kom enn eitt remis hjá Natasju móti einum javnt sterkum telvara úr Íslandi. Í 3. umfari mátti Natasja so lúta fyri sterkari íslendskari gentu, styrkismett nr. 6 í kappingini. Í 4. umfari tapti Natasja síðani fyri danskari gentu, og er hetta helst talvið hon kemur at iðra seg mest um. Hennara seinasta talv er ímóti einari danskari gentu, og er tað ikki liðugt í skrivandi stund. Støðan er tó jøvn og kann talvið fara báðar vegir.
Komandi FM-kongurin
Høgni Egilstoft Nielsen – fimmfaldi FM-meistarin. Metið er í eygsjón.
27 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er aftur føroyameistari í talvi.
Langa fríggjadag vann hann fimta FM-sigurin higartil. Nú restar bara ein FM-sigur í til at leggja seg upp á síðuna á stórmeistaranum Helga Dam Ziska, sum av núlivandi føroyskum telvarum eigur flestar FM-sigrar.
Av okkara bestu telvarum hevur Høgni verið ein hin ídnasti luttakarin í Landsliðsbólkinum seinnu árini í árligu FM-einstaklingakappingunum í klassiskum standardtalvi. Sum nýklaktur altjóða meistari var hann rímiligt favorittur at vinna í ár, men ikki óvæntað gav meistarin árið fyri, Luitjen Akselsson Apol, honum skarpan gang.
Høgni føroyameistari 2025
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Tá eg tosaði við Høgna áðrenn FM kappingin byrjaði segði hann, at hann fór eftir øllum telvarunum í kappingini.
FM 2025 Almenni bólkur – endaliga støðan
Nr. 1 stig Bogi á Kósini 5 stig
Nr. 2 stig Hanus á Lógv 5 stig
Nr. 3 stig Lisa J. Xin 4,5 stig

FM 2025 Landsliðsbólkurin – endaliga støðan
Nr. 1 Høgni Egilstoft Nielsen 6,5 stig
Nr. 2 Luitjen Akselsson Apol 6 stig
Nr. 3 Elias Petersen 4,5 stig
FM 2025 1. bólkur – endaliga støðan
Nr. 1 Flóvin Tummasarson Matras 6 stig
Nr. 2 Brandur Højgaard 4,5 stig
Nr. 3 Sigurd B. Justinussen 3,5 stig
FM 2025 Unglingar – endaliga støðan
Nr. 1 Baldur Bjarnason Jørgensen 6 stig
Nr. 2 Emil Jacobsen Jamil 5,5 stig
Nr. 3 Djóni F. C. Jakobsen 5,5 stig