Luitjen og Leif við í altjóða talvkapping í Svøríki

Í gjár byrjaði tann árliga talvkappingin, Uppsala Young Champions. Hetta er ein sterk, altjóða kappingin fyri unglingar, ið verður telvað í Uppsala, Svøríki. Við í kappingini eru okkara sterkastu unglingar, Luitjen Akselsson Apol (2129) og Leif Reinert Fjallheim (1985). Báðir eru komnir væl frá byrjan. Í fyrsta umfari vann Luitjen, við svørtum, á svenska Vidar Grahn (1926), meðan Leif, við hvítum, spældi remis móti svenska CM Leo Crevatin (2221).

Les meira »

Fyrstu leikirnir fluttir

Landskappingin í talvi 2019/20 er byrjað. Fyrsta umfar hevur verið, og sunnudagin verður lagt til brots í øðrum umfari.    Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag løgdu bragdliga fyri og gjørdu bart í fyrsta dystinum móti Kollafjarðar Talvfelag. Vágamenn vunnu á øllum fýra borðum. Manningin er tann sama sum í fjør: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson 4. Torkil Nielsen.

Les meira »

ST-Open

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 8.-10. novembur 2019. Telvað verður í hølum felagsins.

Les meira »

KT-Kvik leygardagin

Leygardagin kl. 11 verður fyrsta kvik-kapping í ár. Kappingin verður í Kollafjarðar skúla. Kappingin er partur av GP-kappingunum og er fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »

Frásagnir frá Xtracon Open 2019

Í summar varð tann árliga kappingin í Danmark, Xtracon Open, telvað. Sum vant vóru fleiri føroyingar við. Her eru trý viðmerkt talv frá feðgunum Elmar, Leif og Benjamin Fjallheim.

Les meira »