Sandavágur flúgvandi

Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin.   Í 1. deild halda vágamenn stílin. Fjórði tryggi sigurin á rað fekst til høldar uttan nakað vingl. Í felagshølunum í Sandavági var úrslitið 3-1 móti uppflutta liðnum úr Klaksvíkar Talvfelag.    Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremru borðunum á ávikavist Finnbjørn Vang og Rana Baldursson. Á triðja og fjórða borði var remis. Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen fyri Sandavág og Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard fyri Klaksvík. 

Les meira »

Úttøka til NM fyri børn og ung

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2021 verður kappingin í Føroyum 12.-14. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Les meira »

Umdysturin live

Fylgjast kann við á https://live.faroechess.com , https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/faroese-championship-2020/8/1/1 og https://live.followchess.com/#!faroese-championship-lb-2020 

Les meira »

Talvumdysturin

Klokkan 14.00 í dag verður fyrsti leikurin fluttur í umdystinum um FM-heitið í talvi millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Les meira »

Umdystur um FM-heitið

Tað verður neyðugt við umdysti um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar 2020.   Tað gjørdist greitt, tá finalutalvið í síðsta umfari í dag millum oddafiskarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol endaði javnt.  

Les meira »

Høgni og Luitjen í finalu

Føroyameistari í talvi 2020 verður antin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag ella 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag. 

Les meira »