Føroyski ratinglistin, 18.03.2016

Nr. Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2540 15 2 IM John Rødgaard VT 2336 5 3 IM John Arni Nilssen KTF 2328 81 4 FM Olaf Berg HT 2312 5 FM Høgni Egilstoft Nielsen ST 2291 24 6 FM Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2286 35 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2246 -4 8 FM Flóvin þór Næs HT 2229 9 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 10 FM Martin Poulsen HT 2198 -20 11 Sjúrður Thorsteinsson HT 2194 4 12 Eyðun Nolsøe KTF 2172 13 Ólavur Simonsen KTF 2171 7 14 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2164 6 15 Heini Danielsen SF 2160 16 Bogi Ziska HT 2150 17 Torkil Nielsen ST 2109 18 18 Rúnar Berg KTF 2094 -11 19 Hans Kristian Simonsen HT 2066 -36 20 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2064 21 Jens Christian Hansen TT 2063 22 Finnbjørn Vang KTF 2045 0 23 …

Les meira »

Dupult-umfarið leygardagin 12.03

Dupult-umfarið leygardagin verður telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík. Klokkurnar verða settar í gongd kl. 10.00 og 16.00. 3. deild telvar bara kl. 16.00. {jcomments on}    

Les meira »

Rókur-Kvik 2016

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í skúlanum í Kollafirði, leygardagin 27. februar. 

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Les meira »

ST-Kvik 2016

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, sunnudagin 07. februar. 

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Les meira »

Tíðindaskriv um Rókur Open 2016

Rokur_open_2016_vinnarar

Talvkappingin Rókur Open 2016 var hildin fyri 10. ferð. Á ferðasteypinum, ið Ulla Joensen vegna Sunda kommunu handaði vóru allir teir fremstu telvarnir seinastu 10 árini graveraði. Har vóru Hans Kristian Simonsen 2007, Helgi Dam Ziska 2010 -11, Rógvi Egilstoft Nielsen 2009-12-14, Olaf Berg 2008-13 og Høgni Egilstoft Nielsen 2015 og 2016. Vinnarin hesaferð, var eins og seinasta ár, Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, nr. 2 var bygdarmaður hansara, Silas Eyðsteinson og nr. 3 gjørdist Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði. 1. Ratingvirðisløn vann føðingardagsbarnið, 15 ára gamli klaksvíksjingurin, Janus Skaale,  2.  vann Leif Reinert. Fjallheim og 3. vann Benjamin Reinert Fjallheim – havnarbeiggjarnir báðir!   Talvfelagið Rókur takkar Sunda Komunu fyri lán av skúlanum, og góðan stuðul. Endaliga støðan sæst her: http://www.chess-results.com/tnr205075.aspx?lan=7&art=1&wi=821

Les meira »

Rókur OPEN 2016

Hervið verður bjóðað til RÓKUR OPEN 2016 dagarnar 29-31 jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Les meira »

HT-Kvik

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Havn, leygardagin 23. januar. 

Telvað verður í Gulaskúla. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Les meira »

Innbjóðing til FM 2016

ST-FM16-small

ST-FM16-small

Sandavágs Talvfelag skipar í døgunum

19. mars til og við 26. mars 2016, fyri: 

Føroya Meistaraheitið í Talvi fyri einstaklingar 2016. 

 

 

Kappast verður í hesum bólkum:  

Landsliðsbólkur (10 telvarar),

1. Bólkur (10 telvarar),

Almenni bólkur (óavmarkað) og 

Unglingabólkur (óavmarkað).

 

Kappingin:

Kappingin fer fram í Skúlanum á Giljanes í Sandavági, frá 19. mars til og við 26. mars 2016

 

Les meira »

Kjølur Open 2016

Kjølur Open 2016

 

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 15.-17. jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

 

Les meira »

Helgi vann FM í snartelving við fullum stigatali!

31 telvarar møttu til føroyameistaraheitið í snartelving. Havnar Telvingarfelag var vertur, og gjørdu teir tað við lít. Heimabakaðir bollar, føroyskur viðskeri, køkur og kaffi – onki vantaði.  Fleiri av sterkastu telvarunum vóru við, umframt Helga Dam Ziska, tann absolutt sterkasta í føroyskari telving. Helgi lat heldur ongan iva vera um, at hann er stinnastur í Føroyum.  Fyri fyrstu ferð (møguliga nakrantíð) vann Helgi FM í snartelving við fullum stigatali, 18 av 18! Og tá vóru sum áður nevnt, fleiri navnframir telvarar við í kappingini.  Á deildum øðrum plássi endaðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson við 13 stigum.  Ratingvirðislønirnar vunnu Jón Gregersen, Eli W. Finnson og  Sámal Andrias Jacobsen. Hjartaliga til lukku allir samlir.   Stigatalva vm: http://chess-results.com/tnr201839.aspx?lan=7&art=4&wi=821  trýst á leinkjuna

Les meira »