Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv 2016

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv 2016

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar.

Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India.

Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland.

Skráin fyri kappingina:

26. desember kl. 13:00: Dagur 1 – kviktalv

27. desembur kl. 13:00: Dagur 2 – kviktalv
28. desembur kl. 13:00: Dagur 3 – kviktalv
29. desembur kl. 13:00:-Dagur 1 – snartalv
30. desembur kl. 13:00: Dagur 2 – snartalv

Í kviktalv verða 15 umfør, 5 umfør um dagin. Hugsunnartíðin er 15 minuttir + 15 sekund hvønn leik. Í snartalvi verða 21 umfør, 12 umfør hósdagin og 9 umfør fríggjadagin. Hugsunnartíðin er 3 minuttir + 2 sekund hvønn leik.

Virðislønir fyri 400.000 $ eru í opna flokkinum (menn), harav vinnarin fær 40.000 $ fyri hvørja kapping. Hjá kvinnunum eru virðislønir fyri 80.000 $, har vinnarin fær 10.000 $ fyri hvørja kapping.

Fyrrverandi Heimsmeistarar í kviktalvi:

2015: Magnus Carlsen, Norra

2014: Magnus Carlsen, Norra

2013: Shakhriyar Mamedyarov, Aserbajdsjan

2012: Sergey Karjakin, Russland

2003: Viswanathan Anand, India

1988: Anatoly Karpov, Sovjet

 

Fyrrverandi Heimsmeistarar í snartalvi:

2015: Alexander Grischuk, Russland

2014: Magnus Carlsen, Norra

2013: Le Quang Liem, Kina

2012: Alexander Grischuk, Russland

2010: Levon Aronian, Armenien

2009: Magnus Carlsen, Norra

2008: Leinier Dominguez, Kuba

2007: Vassily Ivanchuk, Ukraine

2006: Alexander Grischuk, Russland

1988: Mikhail Tal, Sovjet

 

Á almennu heimasíðuni hjá kappingini eru støður, myndir vm., og talvini verða víst Live.

Leinkja til kappingina: http://www.dohachess2016.com/

 

Luttakaralistin: http://qatarchess2016.com/DohaChess2016/index.php/tournament/2016-09-27-05-40-48

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …