Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyameistaraheitið í snartalv 2016

Føroyameistaraheitið í snartalv 2016

FM í snartalv

Føroyameistaraheitið í snartalv verður fríggjadagin 30. Desembur kl 18.00.

Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik.

Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión.

Telvað verður í Gula Skúla, liggur beint við gamla Restorff bryggjarí. Tað verður ikki gingið inni í skóm, so vinarliga hav innskógvar við; um tit ikki ynskja at ganga í sokkum.

Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum.

Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 18!

Tilmelding i seinasta lagi hósdagin 29 des. kl. 18.00 á:

faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato.

Talvsamband Føroya

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …