Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 53)

Seinastu Tíðindini

Sterkur FM-bólkur

Synd er at siga, at áhugin at vera við í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum er stórur. Einans 36 telvarar eru við í ár. Tað er nógv lakari luttøka enn vanligt. Í fjør vóru 45. Sammett við bestu FM-árini fyrrapartin í 80-unum gerst munurin næstan ræðandi stórur. Í 1981 vóru 74 telvarar við í FM-kappingini í Hvalvík, í 1982 á Toftum kappaðust 71 og í Havn í 1983 var talið 68.

Les meira »

Lítil áhugi fyri FM

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi verður í Havn um páskirnar.

Nú tilmeldingarfreistin var úti, var so lítil undirtøka fyri kappingini, at Havnar Telvingarfelag, sum fyrireikar kappingina, hevur gjørt av at útseta freistina til á midnátt í morgin týsdagin.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í landskappingini var allur ivi burturbeindur.

Árið er minniligt hjá Sandavágs Talvfelag. Felagið er 50 ára gamalt, og vinnur nú meistaraheitið við telvarum, sum allir hava sín uppruna í felagnum. Hini FM-árini vóru Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen, sum hava røtur í Havnar Telvingarfelag, týðandi stuðlar hjá vágamonnum.  Les meira »

Sandavágur og Havnin í FM-finalu

Í morgin leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður longu klokkan 10 fyrrapartin.

FM-vinnarin 2019 skal finnast í røttum finaludysti millum oddaliðini úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava munin og tryggja sær meistaraheitið, vinna havnarmenn ikki vinna dystin í minsta lagi 3-1. Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

FM endabresturin í Liðkappingini 2018 verður telvaður í Skúlanum á Giljanesi, Sandavágur, leygardagin 6. apríl. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møtið í rúmari tíð undan.

Sandavágs Talvfelag skipar fyri kaffisølu meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar talvfelagið lættari ábit.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Endaðu triðfremstir

Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum endaði í gjár í San Marino.

Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Luitjen Akselson Apol telvaði javnt. Les meira »

Vunnu á Kyprós

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kyprós í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðjaplássið í kappingini. Les meira »

Á triðja plássi

Føroyska talvlandsliðið er nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini fyri smátjóðir í Evropa nú sjey umfør eru farin í kappingini í San Marino. Føroyska liðið er styrkismett nummar tvey. Tvey umfør eru eftir.

Stórsigur á Jersey

Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino.

Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt. Les meira »