Heim / Tíðindi (síða 52)

Tíðindi

Snartelving á Ólavsøku

 

Telvað verða 7 umfør. Tilmelding á staðnum.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3. 

Luttøkugjald, kr. 100.

Tiltakið er alment. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Henrik Danielsen vann Heini Olsen Memorial

Føroyingarnir stóðu seg sum heild væl í kappingini. Tó gjørdist ikki talan um nakran norm á hesum sinni. Men tað restaði ikki nógv í at hetta kundi gerast veruleiki. Høvdu Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen fingið eitt stig afturat, hevði verið talan um ávikavíst GM og IM-norm.

Serliga eyðsýnt var avrikið hjá 17 ára gamla sandavágs unglinginum, Rógva Egilstoft Nielsen, sum telvdi framúrskarandi væl í kappingini. M.a. sigurin á IM Tapani Sammulvou, javnleikir ímóti IM Silas Lund, GM Miroslav Grabarczyk og IM Simon Bekker Jensen innibera eina ratingframgongd uppá heili 44 ratingstig og knógvar Rógvi harvið 2100-markið á altjóða styrkilistanum.

Talvfestivalurin fevndi somuleiðis um opna kapping, Klaksvík Open. FM Morten Weirich úr Týsklandi var ovastur við 8 stigum. 18 telvarar luttóku í kappingini. Herborg Hansen, úr Klaksvík, Rógvi M. Olsen, av Toftum, og Vagn Heldarskarð, úr Klaksvík, stóðu seg best av føroyingunum, við ávikavíst 5½ og 5 stigum og gjørdust nummar 5, 6 og 7. 

Sí úrslit og støður á framsíðuni.

Hjartanemandi løta !

Teir báðir hugnaðu sær við talvborðið, sum pápin, Heini Olsen, í mongum leiki hevur sigrað, til miklan heiður fyri Føroyar.

Eitt av hjartamálum Karpovs, nú stillað verður upp til forsetavalið í alheimstalvsambandinum, FIDE, er ungdómstelvingin.

 

 

 

Helgi vann á Karpov !

Stór fjøld var møtt í Ósáskúlanum, nú Karpov sessaðist við talvborðið at telva snartalv. Í snartalvi hava telvarar 5 minuttir í part til talvið.

Herborg Hansen telvdi væl, men eftir óneyvar leikir í miðspælinum, vann Karpov. Olaf Berg telvdi spennandi talv, men Karpov sýntist vera væl nøgdur við støðuna og vann talvið tá avtornaði.

Spenningurin var sera stórur, tá 5-feldi FM-snar vinnarin, IM Helgi Dam Ziska heilsaði Karpov og sessaðist við borðið.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Talan gjørdist um eitt sera intenst talv, har báðir partar leitaðu eftir vinnandi leiðini. Eftir togan í javnari støðu, var Helgi hin drúgvari. Tíðin fór hjá Karpov, tá Helgi hevði 20 sekund eftir á klokkuni.

Eitt satt bragd av Helga.

Karpov fekk tó uppreisn í seinna talvinum, tá hann vann, eftir stinna mótstøðu frá Helga.

Karpov viðmerkti eftir jøvnu orrustuna, at Helgi hevði sera góð evnir at taka røttu avgerðirnar og góðar møguleikar at røkka langt innan telvingina. 

Klaksvík Chess Festival 20.-26. juli 2010

Tilmeldingarfreistin til Klaksvík Open er 18. juli.

Afturat kappingunum verða eisini fleiri talvtiltøk m.a. Fyrilestur, talvkafé, simultan-talv, úti-talv, fótbóltskapping o.a. Skráin fyri dagarnar sæst her: Skráin

Sí leinkju fyri tilmelding ella melda til hjá Finnbjørn Vang á snarbjorn@hotmail.com ella á tlf. 22 14 22.

Norm-møguleikar

Helgi Dam Ziska kann við einari góðari kapping ogna sær sín fyrsta GM-norm. Stórmeistaranormur sum ongin føroyingur hevur vunnið sær higartil. Tað kunnu Tapani Sammalvuo, Silas Lund, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Olaf Berg og Rógvi E. Nielsen eisini – kravið hjá teimum øllum eru 7 stig.

IM normur til Carl Eli og Olaf eru 5½ stig. Hjá Rógva eru tað 5 stig.

Luttakarlistin til Heini Olsen Memorial og Klaksvík Open sæst á hesari leinkjuni: Kappingarleinkja

Við talvkvøðu,
Talvsamband Føroya

 

Helgi, suvirenur Grand Prix vinnari 2010 !

IM John Rødgaard, úr Vestmanna Talvfelag, varð eins sannførandi á 2. plássi, meðan unglingin, úr Sandavági, Rógvi Egilstoft Nielsen, tryggjaði sær 3. plássið í harðari orrustu við Finnbjørn Vang, sum gjørdist nr. 4.

Brøðurnir, Heiðrikur og Rúni Tindskarð Jacobsen, vunnu greiðar sigrar um styrkisvirðislønirnar fyri telvarar upp til ávikavist 1300 og 1900 í rating. Sára Traber Olsen gjørdist somuleiðis tryggur vinnari í 1600 – ratingbólkinum. Ratingvirðislønirnar fóru harvið allar til Havnar Telvingarfelag á hesum sinni.

  

Í finalu-umfarinum varð ei heldur ongin ivi um, at sterkasti telvari Føroya í løtuni, altjóða meistarin, IM Helgi Dam Ziska, dróg sigurin til høldar. Tvey stig fremri enn kappingarneytarnir, tá seinasti leikur var fluttur við 8½ av 9 møguligum. Á 2. plássi vórðu Torkil Nielsen, John Rødgaard og Jógvan Joensen við 6½ stigi í part. 

 

Standings

Place Name                  Feder Rtg  Loc Score M-Buch. Buch. Progr.    1   Helgi Dam Ziska             2411     8.5      36.0  46.0   44.5  2-4  Torkil Nielsen              2035     6.5      38.0  50.0   30.5       John Rødgaard               2331     6.5      37.5  49.5   34.0       Jógvan Joensen              1784     6.5      32.5  42.5   27.0  5-6  Rógvi E. Nielsen            2065     5.5      36.5  48.5   28.5       Rúni T. Jacobsen            1453     5.5      27.5  35.5   20.5 7-10  Finnbjørn Vang              2050     5        37.5  49.5   31.0       John Joensen                1823     5        34.0  44.0   28.0       Margar Berg                 1705     5        30.0  38.0   22.0       Hjalti T. Jógvansson        1895     5        27.5  35.5   25.0 11-16 Herluf Hansen               2001     4        33.0  45.0   25.0       Høgni E. Nielsen            1943     4        32.5  42.5   23.0       Sára T. Olsen               1527     4        31.0  41.0   21.0       Heiðrikur T. Jacobsen       1744     4        30.5  38.5   22.0       Símun Skorastein            1447     4        29.0  37.0   16.0       Jón Magnus Joensen          1129     4        28.0  36.0   19.0  17   Elmar Fjallheim             1384     3        26.0  32.5   12.0 18-19 Borgar J. Stórá             1417     2        28.0  36.0   11.0       Eli W. Finnson              1158     2        27.0  33.5   10.0 

Cross Table

No  Name                  Feder Rtg   1    2    3    4    5    6    7    8    9    1.  Helgi Dam Ziska             2411 10:W  6:W  4:W  2:W  7:W  5:W  9:W 13:W  3:D 2.  John Rødgaard               2331 11:W  7:W  9:W  1:L  5:D  4:W  3:D 10:D  8:W 3.  Rógvi E. Nielsen            2065 12:W  8:W  5:D  4:L  6:L 15:W  2:D  9:W  1:D 4.  Finnbjørn Vang              2050 13:W 19:W  1:L  3:W  9:W  2:L  6:W  5:L 10:L 5.  Torkil Nielsen              2035 14:D 10:W  3:D  8:W  2:D  1:L 12:W  4:W 19:W 6.  Herluf Hansen               2001 15:W  1:L 13:W  9:L  3:W 11:W  4:L  8:L 14:L 7.  Høgni E. Nielsen            1943 16:W  2:L 12:W 11:W  1:L 10:L  8:L 18:L   :W 8.  Hjalti T. Jógvansson        1895 17:W  3:L 18:W  5:L 11:L 16:W  7:W  6:W  2:L 9.  John Joensen                1823 18:W 14:W  2:L  6:W  4:L 12:W  1:L  3:L 13:W 10. Jógvan Joensen              1784  1:L  5:L 16:W 15:W 13:W  7:W 11:W  2:D  4:W 11. Heiðrikur T. Jacobsen       1744  2:L 15:W 19:W  7:L  8:W  6:L 10:L 16:W 12:L 12. Margar Berg                 1705  3:L 17:W  7:L 18:W 14:W  9:L  5:L   :W 11:W 13. Sára T. Olsen               1527  4:L 16:W  6:L 17:W 10:L 19:W   :W  1:L  9:L 14. Rúni T. Jacobsen            1453  5:D  9:L 15:L 19:W 12:L   :W 16:W 17:W  6:W 15. Símun Skorastein            1447  6:L 11:L 14:W 10:L   :W  3:L 17:W 19:L 18:W 16. Borgar J. Stórá             1417  7:L 13:L 10:L   :W 18:W  8:L 14:L 11:L 17:L 17. Elmar Fjallheim             1384  8:L 12:L   :W 13:L 19:L 18:W 15:L 14:L 16:W 18. Eli W. Finnson              1158  9:L   :W  8:L 12:L 16:L 17:L 19:L  7:W 15:L 19. Jón Magnus Joensen          1129   :W  4:L 11:L 14:L 17:W 13:L 18:W 15:W  5:L 

 

HJARTALIGA TILLUKKU ! 

Somuleiðis vil Talvsamband Føroya nýta høvið, at ynskja Helga og hansara nærmastu hjartaliga tillukku við framúrskarandi studentsprógvinum, sum vísti seg at vera hitt besta í Føroyum 2010 !

 

 

 

Innbjóðing: GRAND PRIX FINALA 2010

 

Finalan er 10. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

Undirtøkan hevur – aftur hesuferð – verið sera góð fyri Grand Prix telvingini.

Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.

Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009 og liggur í oddinum, undan seinasta umfarinum 2010, og hevur harvið møguleikan at endurtaka sigurin frá í fjør. Men John Rødgaard gevur Helga ein skarpan gang og tískil er lagt upp til sera spennandi Grand Prix endabrest. 

Undan finaluna, er topp-4 støðan hendan:

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku til Finnbjørn Vang, í seinasta lagi hósdagin 1. juli: snarbjorn@hotmail.com ella á tlf. 22 14 22.

TALVSAMBAND FØROYA 

 

 

Havnin tvífelt FM-GULL !

 

 

 

I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, vann Havnin FM við 12 stigum, meðan Sandavágur og Klaksvík vunnu silvur og bronsu við ávikavíst 8½ og 4½ stigi.

 
Liðið úr Havnini var mannað við: Eli W. Finnsson, Áron R. Fjallheim, Leif R. Fjallheim, Kaj Olsen og Gilla Brend. U-10 føroyameistarin, Eli W. Finnsson, vann á 1. borði, øll talvini í innleiðandi umførunum og í finaluni.

Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um innleiðandi sigrarnar og vunnu FM-Gull við 11 stigum, meðan Sandavágur vann silvur við 8½ stigi og Klaksvík bronsuna við 4½ stigi.

 

Eldra FM-liðið var mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze.

Telvað varð somuleiðis um heiðursmerkir í opnum kappingum.

 

Sandavágur gjørdist greiður vinnari í kappingini fyri 4. flokk og yngri, meðan Kollafjørður og Havnin gjørdist ávikavíst nr. 2 og 3.

 

Í eldra opna bólkinum vunnu lið úr Kollafirði heiðursmerkini. 

 

 

Samanumtikið var undirtøkan og ikki minst telvingin, sera hugalig og fløvandi. Ørgrynna av talentum sum, um viljin er til staðar, røkka hægstu tindar. 

 

FM FINALA 2010 – Liðkapping fyri skúlaungdóm !

Við støði í innleiðandi úrslitunum, eru liðini, sum telvað um FM-heitið hesi (stigatal):

4. flokkur og yngri: Havnin (42), Kollafjørður (38½), Klaksvík (33½). 

5. flokkur og eldri: Havnin (36½), Sandavágur (32½), Klaksvík (31).

Heiðursmerki verða latin liðunum í hvørjum aldursbólki, umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini.

Í opnu kappingini telva hesi liðini:

4. flokkur og yngri: Sandavágur (19), Viðareiði (14½), Havnin2 (11), Kollafjørður3 (7½), Kollafjørður2 (6)

5. flokkur og eldri: Kollafjørður1 (21½), Kollafjørður2 (14), Kollafjørður3 (10), Kollafjørður4 (½)

Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Lið, sum ikki vinna heiðursmerki, verða somuleiðis heiðraði við minnisluti.

Tilmelding

Seinasta freist at melda luttøku er mikudagin 16. juni, á middegi, á telefon 794722/319472 ella á teldupost-adressu: jogvan@kallnet.fo.

Upplýsið navn á liði (skúli/felag) og aldursbólk. 

Lið, sum ikki hava luttikið innleiðandi, eru vælkomin at luttaka í opnu kappingunum í finalu-umfarinum.

Sí nærri um FM-kappingina: HER 

TALVSAMBAND FØROYA

Myndir: Sanna Djurhuus