Heim / Tíðindi (síða 44)

Tíðindi

Havnar Telvingarfelag vann

Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag. 

Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn. Les meira »

FM finalan beinleiðis

Avgerandi FM dysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingar felag kl. 14, kann síggjast á http://live.faroechess.com/lid2020/live.html ella http://live.faroechess.com/lid2020/tfd.htm 

Sandavágur ella Havnin

Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi. Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3-1 fyri at tryggja sær meistaraheitið.
 
Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og til ber at fylgja vil leik fyri leik á øllum fýra borðum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Les meira »

FM-finala á fýra borðum

Bara eitt umfar restaði í í landskappingini í talvi, tá Korona setti allar føroyskar telvarar skák og mát um miðjan mars.
 
Nú verða talvfólkini aftur flutt á teimum 64 puntunum. Tíggjunda og seinasta leikumfar í landskappingini 2020, sum skuldi vera  21. mars, verður í staðin nú leygardagin 23. mai. Og tá fæst umsíðir at vita, hvør verður føroyameistari.

Les meira »

Endaumfarið verður 23. mai

Eftir at tilmælið um frástøðu bleiv broytt frá tveimum metrum niður í ein metur, verður nú mett ráðiligt, at síðsta umfar í liðkappingini kann verða telvað. Umfarið verður telvað 23. mai kl. 14:00. Les meira »

Kappingar á netinum í mai

Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka. Les meira »

Grand Prix 2019/20

Grand Prix kappingin 2019/20 er av. Luttøkan í teimum 10 kappingunum hevur samanumtikið verið góð. Í miðal hava 30 luttakarar verið til hvørja kapping. Samanlagt hava heili 125 telvarar luttikið í teimum ymisku kappingunum, sum uttan iva er met. Les meira »

Norðurlendsk liðkapping

Bjóðað verður til Norðurlendska liðkapping, ið íslendska talvsambandið fyriskipar.
Innbjóðingin er til øll talvfeløg í Føroyum.

Les meira »