Luitjen í stórum stíli

16 ára gamli føroyski telvarin Luitjen Akselsson Apol er á veg móti eini sensasjón í kappingini um EM-heitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Telvað verður í Liktinstein.   Fyri níggjunda og seinasta umfar í morgin stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran  Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.

Les meira »

Innbjóðing til liðkappingina 2022/2023

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2022/2023. Hesi feløg hava lið í: deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Havnin 2,  Klaksvík 2 og Kollafjørður 1 (flutt upp úr 2. deild). deild: Vestmanna 1 (flutt niður úr 1. deild), Klaksvík 3, Sandavágur 2, Havnin 3, Kollafjørður 2, Havnin 4 (flutt upp úr 3. deild). deild: Rókur 1 (flutt niður úr 2. deild), Toftir 1, Kongshavn 1, Sandavágur 3, Kollafjørur 3 og Sandavágur 4 (flutt upp úr 4. deild). Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 4. deild og unglingum. Unglingar koma at telva mikukvøld. Treytin fyri at telva í Unglingum er, at ratingtalið ikki er hægri enn 1.200, tá kappingin byrjar.

Les meira »

Broytingar í toppinum

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt nýggjan styrkilista fyri september 2022.  Úrslitini hjá Føroyum á talvolympiaduni í summar síggjast nú aftur.    Høgni Egilstoft Nielsen er farin niðurum 2400 í rating, sum hann í longri tíð hevur hildið seg uppi á, Luitjen Akselsson Apol er gliðin úr topp 15, og John Rødgaard er dottin niðurum 2300.   Støðan er kortini ikki verri enn so, enn at Føroyar standa nummar 76 av teimum 170 londunum, sum FIDE hevur á sínum yvirliti. Á olympiaduni vóru útivið 200 lond við í almennu kappingini.

Les meira »

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar

NM er liðugt á hesum sinni, og bleiv endaliga úrslitið slett ikki so galið. Føroyar fingu 16,5 stig tilsamans,sum er betri enn undanfarnu tvey árini. Og verður hugt eftir einstøku úrslitunum, sum sjálvsagt ávirkaheildarúrslitið, so eru útlitini framyvir á góðari leið.

Les meira »

NM byrjað

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar er byrjað, og hevur føroyska ferðalagið lagt varisliga út. Sum vant verða tvey talv telvaði um dagin, og í dag komu 2 stig til høldar.

Les meira »

Eftirmeting eftir talv-OL

Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi. Sjáldan hava vónirnar verið so góðar sum hesaferð, sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð - miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum føroyingum, sum eru so fámentir sammett við flest øll hini stóru londini.  

Les meira »

Vónbrot í Chennai

Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag. Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. 

Les meira »