Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale seinasti partur

3. og seinasti partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

 

Í hesum seinasta partinum av frásøgnini úr Tromsø skrivar Hans Hjalti Skaale millum annað um Vassily Ivanchuk 2740, ein av heimsins fremstu telvarum hesi seinastu 25 árini. Í mangar mátar ein heilt serligur maður. Eisini hoyra vit um hvussu Hans Hjalti upplivdi seinasta umfar, tá brádliga ein telvari doyði og um ruðuleikan ið kom av hesum.

 

Les meira »

NM úttøku kapping í Klaksvík, úrslit.

Seinasta barna- og ungdómskappingin í talvi 2014, varð telvað í Klaksvík sunnudagin 16. Novembur.

Umframt heiðurin at verða FM-vinnari fyri Ung, so fara nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri skúlaungdóm í februar 2015.

NM verður fyriskipað av Talvsambandi Føroya komandi ár, og er avgjørt at kappingin verður í Klaksvík. 

Les meira »

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale annar partur

2. Partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

Skrivað hevur Hans Hjalti Skaale. Mynd Arild Rimestad

 

Tað er týðuligt at tað skal vera val. Serliga Garry Kasparov er sera sjónligur, allir býurin er fullur av plakatum við mynd av manninum við áskriftini: Kasparov the future of chess.

Eisini fáa allir telvarnir eina gávu frá kandidátinum, ein fullan posa við ymsum góðum, bøkur, t-troyggju og annað. Vit sum døma fáa tó ikki inn í eyga.

Les meira »

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale Fyrsti partur

 

 

Her niðanfyri ætli eg at siga frá um ferðina til Talv OL í Tromsø, og nakrar av mínum eygleiðingum í samband við, at eg frá 1. til 15. august var dómari har.

Eg fari ikki at pástanda, at alt eg skrivi er júst so sum tað var, men hetta er soleiðis sum eg upplivdi tað.

Tað skal sigast beinan vegin, at eg sjálvur ikki eri telvari og neyvan blívi tað heldur, so eg eri í mangar mátar í einari fremmandari verð.

Nakað sum ein Alien frá aðrari planet, sum er sleptur niður á jørðina. Ikki tí hetta við aliens er ikki nakað fremmant í talvheiminum.

Sjálvur Forsetin í talvsamgongunni FIDE Kirsan Ilyumzhinov er kendur fyri at siga søguna um, tá hann bleiv tikin til fanga av fremmandum rúmdarverðum.

Hetta er bert eitt dømi um, ella eitt symptom uppá, at talvheimurin er fullur av løgnum stavnum, og sera sterkum persónmenskum, eisini á føroyska liðnum, sum hendan frásøgn í sera avmarkaðan mun ferð at snúgva seg um.

Nógv kundi verið at sagt frá, eg skal tríva í okkurt.

Les meira »

Dupultumfarið 08. novembur

Dupultumfarið 08. novembur – har øll liðini telva saman –  verður telvað í Klaksvík. Byrjað verður kl. 10:00 í Ósáskúlanum.          

Les meira »