Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið í Klaksvík 5/11

Leygardagin tann 5. november verður barnatalvkapping fyri lið aftur á skránni, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 10:00. 4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni. Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Les meira »

Innbjóðing til ST-Open

Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 28.-30. oktober 2022 Stað: Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)

Les meira »

Úrslit og myndir frá barnaliðkappingini í Havn

Leygardagin 22. oktober varð barnatalvkapping fyri lið telvað í Finsen í Havn. 6 lið vóru tilmeldaði, 3 í hvørjum aldursbólki, og valdu vit tí at leggja bólkarnar saman. Soleiðis sluppu øll at telva 5 umfør, øll ímóti øllum. Vinnararnir í kappingini gjørdust hesir:

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygarkvøldið 15. Oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Luitjen tapti finaluna

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.   Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Fyri seinasta umfar í gjár stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra.  Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Les meira »

Luitjen í stórum stíli

16 ára gamli føroyski telvarin Luitjen Akselsson Apol er á veg móti eini sensasjón í kappingini um EM-heitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Telvað verður í Liktinstein.   Fyri níggjunda og seinasta umfar í morgin stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran  Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.

Les meira »