Hans Kristian á odda

Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag hevur lagt seg einsamallan á odda við fullum stigatali eftir triðja umfar mánakvøldið í FM-einstaklingakappingini í talvi í Klaksvík. 

Les meira »

Javnt í oddadysti

Talvið millum favorittarnar Høgna Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen í fyrsta umfari í FM-kappingini dag endaði javnt eftir 57 leikir. Martin telvaði við svarta fólkinum norðurlendsku byrjanina móti finnuleiki á e4, sum Høgni legði fyri við. Vit sóu tveir varnar telvarar við stórari virðing hvør fyri øðrum. Javnvágin tóktist ongantíð skakað, báðir telvaðu mestsum lýtaleyst og høvdu tamarhald á støðuni allan vegin.

Les meira »

Talv-FM í 50 ár

Talv-FM í 50 ár   FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi, sum byrjar í dag og endar á páskum, er hin hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð. Kappast hevur verið um FM-heitið í talvi á hvørjum ári síðani 1972, eftir at Talvsamband Føroya varð stovnað í 1970, og fór at skipa fyri regluligum kappingum um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar og lið.

Les meira »

Live talv

Øll talvini í FM kappingini verða víst beinleiðis, sí http://live.faroechess.com

Les meira »

FM byrjar í morgin

Leygardagin kl. 14 byrjar FM fyri einstaklingar í talvi. Íalt eru 40 luttakarir: 8 í landsliðsbólkinum, 18 í almenna bólkinum og 14 í unglingabólkinum. Talvini verða víst beinleiðis á https://live.faroechess.com og á teimum stóru talvsíðunum.   Úrslit, støður og talv kunnu síggjast á  https://chess-results.com/Tnr552811.aspx?lan=7&art=0…

Les meira »

GP-Finalan verður telvað í Havn

Leygardagin 20. mars verður GP-finalan telvað í nýggju hølinum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen (fyrrverandi sangstovan í Kommunuskúlanum). Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið hetta kappingarárið.

Les meira »

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2021. Kappingin verður á Skúlatrøð í døgunum 27. mars – 2. apríl  2021.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving.    Avgerandi finaludysturin um FM-heitið í landskappingini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á Giljanesi í dag endaði javnur 2-2. Tað rakk hjá vágamonnum, tí skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið var kravið, at teir vunnu dystin í dag í minsta lagi 3-1.   Tað gekk tann vegin, tí havnarliðið legði seg á odda 1-0, og økti síðani til 2-0. Men so tók dysturin eina vend.

Les meira »