Sandavágur og Havnin í flokki fyri seg

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini.   Tey bæði liðini vinna stórsigrar á hinum kappingarneytunum, og nú verður bíðað eftir fyrra innanhýsis toppdystinum í fimta umfari. Men hann verður ikki fyrr enn eftir nýggjár.   

Les meira »

Úrslit & myndir frá NM úttøkukapping í Klaksvík

40 børn og ung luttóku í aðru undankapping til NM úttøku í Klaksvík í vikuskiftinum. Kappast var í 4 aldursbólkum, U10, U12, U14 og U16. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa víðari í eina finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Í finaluni koma tey at kappast um NM luttøku; tí 2 tey bestu úr hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í februar / mars.

Les meira »

Kvinnutelving á skrá – Innbjóðing til FM fyri gentur

Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð. Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini.

Les meira »

Innbjóðing til aðru NM úttøkukapping fyri børn og ung 2022

NM úttøkukapping verður aftur komandi leygardag, 26. november í Klaksvík. Kappingin verður í Skúlatrøð og byrjar kl. 10:00. Hettar er onnur út av tveimum undankappingum, har ið børn og ung kappast um pláss í eini finalu, sum verður 10. desember í Gøtu. Har verður telvað um 2 ovastu plássini í 5 ymiskum aldursbólkum, sum sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið í Norra í 2023.

Les meira »

Úrslit og myndir frá NM úttøkukapping 11.20.2022

35 børn luttóku í vikuskiftinum í fyrru úttøkukappingini til NM 2023. Tey telvaðu í 5 ymiskum aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Tey kappaðust um at vera í topp 8 í hvørjum bólki, sum sleppa í eini finalu at telva um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa avstað, og í 2023 verður kappingin í Norra.

Les meira »

Talvlandsliðið fær gullvenjara

Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti.   Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum.   Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu.   Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.

Les meira »

Helgi endurvann FM

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi.    Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði.    Áhugin var stórur fyri kappingini. Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.

Les meira »