Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag. Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.
Les meira »Afturstig
Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-2. Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon, okkara telvarar høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og vit hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum.
Les meira »Telva móti Libanon
Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92. John Rødgaard er ikki við í dag. Tí eru tað Helgi, Høgni, Rógvi og Luitjen, sum telva. Vit hava hvíta fólkið á øðrum og fjórða borði, hinir hava svart. Okkara menn hava hægri styrkital á øllum borðum.
Les meira »Helgi fekk remis
Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia. Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum.
Les meira »Kroatia – dygg mótstøða
Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600. John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.
Les meira »Føroyar vunnu
Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag. Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt, og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv.
Les meira »Usbekistan ov stórur biti
Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár.
Les meira »Góð byrjan í India
Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan á stóru talvolympiaduni í indiska stórbýnum Chennai í gjár. Vit vunnu 4-0 á San Marino. Sigurin var væntandi, tí Føroyar eru styrkismettar munandi hægri enn San Marino, men sjáldan eydnast í einum OL-dysti at vinna á øllum fýra borðunum. Helgi og Rógvi vunnu leikandi lætt við hvíta fólkinum, meðan Høgni og John, sum høvdu svarta fólkið, høvdu størri stríð enn hinir av sínum mótstøðumonnum.
Les meira »Talvolympiadan byrjað
Nú klokkan 10:30 í morgun ólavsøkudag vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India. Føroyar telva í fyrsta umfari móti San Marino. Væntandi vinna Føroyar henda dystin ruddiliga. Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.
Les meira »Til OL í India
Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras. Kappingin byrjar ólavsøkumorgun, og endar 9. august. Talvolympiadan - stórfingnasta talvstevnan av øllum - er annaðhvørt ár, men nú eru fýra ár liðin síðani seinastu olympisku talvleikirnar. Hendan 44. olympiadan skuldi av røttum vera í Moskva í 2020, men koronafarsóttin forkom tí, sum so mongum øðrum.
Les meira »