OL 2016: 4. umfar – Sterkir íslendingar
Tað gjørdist júst so stríggið, sum fryktandi var fyri, tá ið Føroyar telvaðu móti Íslandi í Baku í dag. Helgi Dam Ziska var á 1. borði tann einasti av føroyingunum, sum var mentur at standa sterku og væl útbornu íslendingunum kurl. Á øllum hinum borðunum vórðu okkara menn trýstir aftur í verjustøðu. Teir royndu sum frægast at spjálka, men til fánýtis. Teir treiskaðust kortini væl og leingi, og ikki fyrr enn fimm tímar vóru farnir, løgdu Jóan Hendrik og Sjúrður kongin.
Les meira »OL-liðið: Tryggur sigur á Jersey
I 3. runde ved OL i Baku blev det som forventet til en stor sejr over Jersey. Helgi vandt et parti, hvor modstanderen hurtigt lavede en unøjagtighed. Derefter fik vi en typisk sicilianer, hvor sort tidligt får sikret kongen og spiller på de svagheder, som hvid pådrog sig i sit forsøg på at angribe. Helgi fik godt spil på dronningefløjen, og da modstanderen havde fået stillet alle sine brikker op til forsvar der, svingede Helgi hurtigt og fikst angrebet over mod hvids konge, der stod ene og alene uden mulighed for at forsvare sig. Jeg brugte endnu en gang et forslag fra vores holdkaptajn, GM Branko Tadic. Da vores analyse endte efter 10 træk, havde jeg allerede næsten afgørende fordel. I hele partiet stod modstanderens løber på c8, fordi han ikke kunne flytte bøderne på b7 og d7. Da han endelig forsøgte at spille d6, tabte det øjeblikkeligt. En sådan …
Les meira »OL 2016: Vit møta Íslandi
Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin. Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 3. umfari: Jersey – Føroyar
OL 2016: 3. umfar: Ruddiligur sigur
Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Jóan Hendrik Andreasen vann fyrst á 3. borði. Okkara maður var við svarta fólkinum ágangandi í fronsku byrjanini, og fekk straks góða støðu. Hann herjaði á kongsmegin, mótstøðumaðurin tók eina offraða finnu, men hon var eitrað, og so var ballið búið.
Les meira »OL-liðið: Bulgaria
Det var så tæt på….
Les meira »OL 2016: 2. umfar: 1-3 móti Bulgaria
Tað gjørdist ein fínur dagur hjá føroyska talvlandsliðnum í Baku í dag. Eitt stig móti sterka bulgarska liðnum er væl og virðiliga góðkent, og at Helgi Dam Ziska fær remis móti so sterkum telvara sum Topalov, er einki minni enn eitt bragd. John Rødgård vísti eisini vegin við enn einum lýtaleysum avriki. Remis við svørtum móti sterkum stórmeistara – og kanska stóð John enntá betri? 3. og 4. borð taptu, men serliga Sjúrður spjálkaði væl og leingi, áðrenn hann legði kongin. Samanumtikið ein sera góður dagur.
Les meira »OL 2016: Talvini frá 2. umfari: Føroyar – Bulgaria
Talvolympiadan vorðin ómetaliga stór
Samrøða við Suna Merkistein í KVF. Tað eru næstan øll heimsins lond, sum eru umboðað á talvolympiaduni.
Les meira »