Síðsta umfar í liðkappingini verður telvað leygardagin 17.03.2018 í Finsen. Byrjað verður kl. 10.00.
Les meira »Spenningurin varðveittur
Einki er avgjørt í nakrari deild eftir dystirnar í næstseinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Í báðum fremstu deildunum bíða rættir finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur, og í 3. deild er heldur einki avgjørt. Havnin og Sandavágur Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í dag. Vágamenn vunnu 4-0 á kollfirðingum og FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag. Tað ber í sær, at munurin tódnaði niður í tvey stig. Fyritreytirnar undan avgerandi toppdystinum millum oddaliðini í síðsta umfari minna nógv um støðuna í fjør. Tá vunnu vágamenn 3-1, men gjørdust kortini eitt hálvt stig ov stuttir.
Les meira »Avgerandi umfar í morgin
Í morgin sunnudagin verður níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini í talvi. Í øllum deildum valdar spenningur, tí stutt er millum oddaliðini. Í fremstu deildini tykist Havnar Telvingarfelag kortini at hava góðar møguleikar at endurvinna meistaraheitið. Fyri dystirnar í morgin eru teir trý stig undan harðastu kappingarneytunum.
Les meira »Dystur útsettur
Dysturin millum ST1 og KTF1 er útsettur til fríggjakvøldið 02.03.2018 kl. 19.00.
Les meira »Innbjóðing: Kvik kapping í Kollafirði leygardagin 24.02
KT-Kvik 2018 Leygardagin 24. februar verður skipað fyri Grand Prix kapping í skúlanum í Kollafirði. Øll eru vælkomin at luttaka, bæði roynd og óroynd. 100 nýbakaðar ókeypis pannukøkur við róma verða serveraðar til bæði luttakarar og áskoðarar ?
Les meira »Innbjóðing til Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar 2018
Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2018 Havnar Telvingarfelag bjóðar saman við Talvsambandi Føroya til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2018.
Les meira »Havnin økir
Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin. Oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag otaði seg eitt stig aftrat frá harðastu kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag. Munurin er kortini einans tvey stig millum liðini.
Les meira »Tvíumfarið verður telvað í Sandavági
Tvíumfarið 17.02.2018 verður telvað í Skúlanum á Giljanes í Sandavági. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.
Les meira »NM frásøgn: Dagur 3
Føroysku umboðini koma heimaftur við í alt 16 stigum úr NM-kappingini í Finnlandi.
Les meira »NM 2018: Janus og Luitjen fingu bestu úrslitini
Í dag vórðu tvey tey seinastu umførini telvaði, og tað var sera nær við at Føroyar endaðu á heiðursmerkjaplássunum í tveimum av bólkunum.
Les meira »