Unglingadeildin telvaði seinast umfar í mikudagin í síðstu viku. Hetta var skipað sum felagsumfar og var ST vertur á degnum.
Les meira »Søguliga sterkt FM
Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar. Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.
Les meira »FM nærkast
Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl. Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini. Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.
Les meira »Útsetti aðalfundurin verður leygardagin, aftaná Samskip Kvik
Aðalfundurin, sum skuldi vera 15. mars verður nú leygardagin kl. 18:00 í Skúlanum við Løkin í Runavík, beint aftaná Samskip Kvik (GP finaluna). Freistin til at senda inn uppskot til viðgerðar á aðalfundinum var 01. mars 2023, og er tí farin. Tvey uppskot eru komin frá Talvfelagnum Rókur. Hesi eru:
Les meira »Innbjóðing: VT Barna Open 26.03
Sunnudagin 26. mars verður kvik-talvkapping fyri børn á Miðnámi í Vestmanna. Hettar er seinasta barnakapping av hesum slag hettar kappingarárið. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.
Les meira »Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan
Leygardagin 25. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum við Løkin í Runavík. Kongshavnar Talvfelag er vertur, og ber endaliga kappingin navnið Samskip Kvik. Samskip sponsorerar kappingina, og tí eru vinningarnir í GP finaluni serliga tiltrekkjandi í ár.
Les meira »Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu
Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð. Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.
Les meira »Sandavágur vann FM fyri lið
Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, taptu sandavágsmenn 10. og seinasta umfar 1-3 fyri HT.Henda gjørdi, at bæði liðini endaðu jøvn, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna vinnararnar.Umdystin vann ST 3-1. Í umdystinum vórðu telvaði kviktalv (10 min. hvør + 5 sek. pr. leik).Meira um hetta seinni.Niðanfyri eru nakrar myndir frá endaumfarinum, ið varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík.
Les meira »FM í liðkappingini verður avgjørt við umdysti.
Umdysturin verður leiktur soleiðis: 1. Liðini telva 1 kviktalv. Lutakastið gav HT hvítt á 1. borði. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 2. Liðini telva 1 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 3. 1. borðini (Rógvi og Helgi) telva 2 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 4. 1 armageddon talv (annar telvarin skal vinna talvið). Nýtt lutakast um farvurnar. Fylgjast kann við her: https://lichess.org/…/fm-umdystur-1-kviktalv/9IIrWNRz og her við viðmerkjarum: https://www.youtube.com/watch?v=qRECmddXs9I
Les meira »Sandavágur ella Havnin?
Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík. Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri.
Les meira »