Rokna rating

Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.

Les meira »

GP KTF-Kvik 2011 Helgi vinnari

ktf2011kvik

22 luttakarar møttu til KTF-kvik leygardagin 26 februar. Hægst rataðu telvararnir í Føroyum, IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard vóru enn eina ferð til dystin fús, og myndaðu toppin alla kappingina. Fleiri 1. deildar telvarar vóru eisini við, og gjørdu at kappingin varð sera sterk. Av hesum kunnu nevnast Torkil Nielsen, Høgni E. Nielsen, Rani Nolsøe, Tummas M. Sólsker, Finnbjørn Vang og Herborg Hansen. Mest óvæntaða úrslitinum stóð Margar Berg tó fyri, hann vann á IM John Rødgard við svarta fólkinum – flott flott ! IM Helgi D. Ziska vann kappingina sannførandi við 6½ av 7 stigum, Finnbjørn Vang varð nr. 2 við 5½ stigum, meðan IM John Rødgaard, Margar Berg, Rani Nolsøe og Ingolf Gaard vóru javnir á 3. plássi. Ratingvirðislønirnar vunnu Janus Skaale, Sjúrður Olsen og Margar Berg. Hjartaliga til lukku allir samlir !

Les meira »

NM 2011 – 6. umfar: 1½ stig

6 umf2 (1)

 

Áðrenn seinasta umfarið hava vit fingið 12 stig til høldar.

 

Úrtøkan í hesum umfarinum var heldur sløk - vit fingu einans 1½ stig.

Teir ið fingu stig, vórðu Janus, ið vann, og Sjúrður, sum telvaði javnt.

Janus endaði við sínum 3½ stigum á einum flottum 4-5 plássi, og stóð seg sostatt best av føroyingunum!

 

 

 

Les meira »

NM 2011 – 4. umfar: 1½ stig

IMG_3331 (Medium)

IMG_3331 (Medium)

 

 

4. umfar gjørdist heldur soltið.

Sjúrður, ið vann sítt talv, og Rógvi, ið telvaði javnt, vóru teir einastu ið fingu stig hetta umfarið.

Í dag vóru vit annars eitt sindur runt í býnum. Meðan  onkrir (nakrir av havnamonnunum) valdu at fara at skoyta á einum uttandura skoytibana (akkurát sum í Havn), fóru aðrir at hyggja eftir tí størsta skí-hoppibananum (Holmenkollen) í heiminum, sum onkur vildi vera við. 

Stuttligt var eisini at fáa vitjan av einum garvaðum NM-ferðaleiðara, Martin Berg, sum er í Oslo í arbeiðsørindnum. 

4. umfar byrjaði við at allir telvarnir fingu køku frá svenskaranum, ið hevði føðingardag í dag. Sjálvt um Silas hevði vunnið á honum fyrrapartin, vildu hann kortini bjóða kaku.

 

 

Les meira »

NM 2011 – 1. umfar: Tey fyrstu stigini komin til høldar!

1 umf SO-HEN

1 umf SO-HEN

Eftir at 1. umfar er farið afturum, hava føroyingarnir fingið 2 stig í skjáttuna.

Í bólki C vann Høgni E. Nielsen móti Sjúrða Olsen. Í bólki D fekk Silas Eyðsteinsson javnt móti Dmitri Tumanov (1821), og í bólki E telvaði Janus Skaale javnt móti Kamras Awat (1155). Teir báðir síðstnevndu kundu við eitt sindur av hepni hálað sigurin heim!

 

Les meira »

NM – Spennandi vikuskiftið !

Føroysku unglingarnir ið skulu luttaka í NM fyri skúlaungdóm í vikuskiftinum, eru komnir fram í øllum góðum.Liðleiðari er Ingolf Gaard og eisini eru 3 talváhugaðir pápar við. Telvararnir skulu í eldin í morginárini kl. 11.00.Ikki er greitt enn, hvussu paringin sær út, men tað verður helst uppdaterað á heimasíðuni hjá norsku fyrireikarunum:http://www.sjakkselskapet.no/nordisk-for-ungdom-2011 Luttakararnir úr Føroyum eru: Bólkur A: Rógvi E. Nielsen 2115/2134 og Hjalti T. Jógvansson 1895/1890 Bólkur B: Pætur Poulsen 1247 og Karl M. Dahl 1228 Bólkur C: Høgni E. Nielsen 1943/1927 og Sjúrður Olsen 1419 Bólkur D: Silas Eyðsteinsson 1315 og Eli W. Finnson 1158 Bólkur E: Janus Skaale 1123 og Leif R. Fjallheim 1000 Skráin fyri dagarnar: 1. umfar fríggjadagur  18. kl. 11.00 – 16.002. umfar fríggjadagur  18. kl. 17.30 – 22.303. umfar leygardagur   19. kl. 09.00 – 14.004. umfar leygardagur   19. kl. 15.30 – 20.305. umfar sunnudagur    20. kl. 09.00 – 14.006. umfar sunnudagur    20. kl. …

Les meira »

Sandavágur enn eina ferð FM-GULL

stung

 

 

Seinasta umfar í unglingadeildini varð telvað mikukvøldið.

Oddaliðið úr Sandavági og Havnin á øðrum plássi møttust í síðsta umfari, meðan Klaksvíkin áðrenn dystin móti HT2, hevði tryggjað sær bronsuna. 

 

Les meira »