Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Favorittarnir vunnu

Favorittarnir vunnu

Telvararnir við hægsta styrkitalinum í Landsliðsbólkinum, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen, vunnu báðir í fyrsta umfari í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar í gjár. Helgi vann á Ólavi Simonsen og Rógvi á Hans Kristiani Simonsen. Á hinum borðunum var remis. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson telvaðu javnt sínamillum, og sama gjørdu Rani Nolsøe og Rógvi Mortensen.

Annað umfar verður í dag. Byrjað verður aftur klokkan 14.00. Telvað verður í Finsen í Havn. Í alt eru 45 telvarar eru við í FM-kappingini. Kappast verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almenna bólkinum og unglingabólkinum.

FM2018_HT FM2018_HDZ_OS

Landsliðsbólkurin

1.umfar (leygardagin 24. mars)

Rani Nolsøe – Rógvi Mortensen ½ – ½

Rógvi Egilstoft Nielsen – Hans Kristian Simonsen 1 – 0

Carl Eli Samuelsen – Sjúrður Thorsteinsson ½ – ½

Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1

2. umfar (sunnudagin 25. mars)

Rógvi Mortensen – Helgi Dam Ziska

Sjúrður Thorsteinsson – Ólavur Simonsen

Hans Kristian Simonsen – Carl Eli Samuelsen

Rani Nolsøe – Rógvi Egilstoft Nielsen

 

Hanus setti stevnuna

FM2018_HDZ_OS_2

Hanus Joensen, ein teirra, sum stovnaði Talvsamband Føroya í 1970, helt forvitnisliga røðu fyri fyrsta umfar í gjár, áðrenn hann flutti fyrsta leikin í talvinum millum Ólav Simonsen og Helga Dam Ziska. Røðan kann lesast niðanfyri:

Fyrst stóra tøkk fyri høvið at siga nøkur orð, nú FM-kappingin fyri einstaklingar 2018 byrjar.

Onkusvegna kann sigast, at eg eri á heimavølli í hesum Skálanum (Kommunuskúlaauluni, sum hon varð rópt). Eg havi staðið her í dagliga arbeiði mínum sum skúlastjóri við hendan talarastólin í gott og væl 20 ár. Uppi á svalanum eru tað málningar í løttum og ljósum strokum hjá Ingálvi av Reyni og Zacharis Heinesen. Her eru tað alheims kendu málningarnir hjá Williami Heinesen við kveikjan úr Sjúrðarkvæðunum, sum prýða rúmið.

Latið stórbæru listina, her hongur, kveikja tykkum hesar dagarnar.

Her í grannalagnum, Tórsgøtu 32, varð uppskotið til felagslóg Talvsamband Føroya gjørt í januar 1970 á nøkrum fundum. Teir, sum gjørdu hetta uppskotið, vóru Jákup Thomsen, Rubek Rubeksen og sj. Uppskotið varð samtykt á stovnandi aðalfundinum 14. februar sama ár.

Stovnanin av TSF í 1970 setti veruliga ferð í føroyska telving við FM-kappingum fyri lið og einstaklingar, altjóða viðurkenningum og altjóða luttøku her og har. Góðkendi limaskapurin í FIDE kom púra óvæntað upp á pláss, tó við bit og slit, við skrivum, tlf-samrøðum, ferðum og fundum við topparnar í europæisku talvorganisatiónunum – eldhugaða fyrsta forseta TSF, vinmanninum Jákupi Thomsen sála, at takka. Eitt bragd øðrum til fyridømis. Fyrsta altjóða viðurkenning føroyinga yvirhøvur á jøvnum føti við aðrar tjóðir.

Og longu sama ár vóru vit við til OL í Siegen, har tað vildi so væl til, at vit møttu sjálvum Ruslandi og vóru so nær við at skriva søgu, tá Thorstein Vilhelm kundi við rætta leikinum (16. leikur Ric7 við hvítum í enskari byrjan) tryggja sær javnleik móti Russlandsmeistaranum, Polugajevskij. Tíverri flutti Thorstein frúnna á c7 og Polugajevskij slapp við hvøkkinum.

Eg fekk ikki fríloyvi frá rektaranum á Læraraskúlanum (Martin Holm) at fara til OL í Siegen. ‘Annaðhvørt gongur tú í skúla her ella telvar tú!’ vóru boðini. Men í ‘72 var nýggjur rektari, og tá fekk eg fríloyvi at fara til OL í Skoplje. Ein fantastiskur túrur.

Við toki úr Keypmannahavn. Úr Beograd til Skoplje var tokið meir enn yvirfylt, eg var yngstur og mátti taka til takkar við at standa úti á gongini saman við einum hópi av ferðafólki í gjøgnumtrekki og øllum illum allan hendan langa veg. Tíverri gjørdist eg sjúkur av hesum túri og kom ikki fyri meg alla kappingina.

Jákup Thomsen og eg fylgdust yvir á hotellið. Har sótu 6 mans á einum garði í sólini uttanfyri hotellið. Jákup sigur við meg: ‘Kom, gakk aftanfyri meg, hesa løtuna fert tú ongantíð at gloyma!’ Hann gekk beina kós yvir til hesar menninar, tók í hondina á tí fyrsta, presenteraði seg Jákup Thomsen, President of the Faroese Chess Federation, og hin heilsaði høviskliga og svaraði Tigran Petrosjan. Eg fylgdi eftir og gjørdi tað sama. Her sótu teir allir kendu talvhøvdingarnir, fyrrverandi heimsmeistarar og komandi, sum tú bara kendi frá talvbókum og -bløðum, nú slapp tú enntá at heilsa og nerta við teir: Viktor Korchnoi, Vassilij Smyslov, Mikhail Tal, Anatolij Karpov og Savon. Hugsi tykkum ’Hanus á Kjalnesi’ og hann svarar Vassilij Smyslov, fv. heimsmeistari og kendur operasangari. Størri kundi tað ikki verða fyri ein ungan bóndason úr Kollafirði.

Av øðrum upplivingum kann eg nevna, at eg stóð við síðuna av, tá Petrosjan tapti sítt fyrsta olympiadutalv nakrantíð á órættiligan hátt. Tá høvdu talvklokkurnar ein vatnrættan pinn, sum datt av stórapinni, tá klokkan kom á 00. Men til alla ólukku fyri hann, fall pinnurin 1 knappan min. ov tíðliga 39. leik. Tá kundi ávísast. Hubner kravdi vunnið talv, og tað bleiv eitt øgiligt rok um hesa talvklokkuna. Niðurstøðan hjá yvirdómsnevndini var, at Petrosjan hevði tapt talvið, hóast klokkan var í ólagi, og hann stóð betur!! Tað vóru ikki mjúk orð, hann segði, tá hann fór skundandi út gjøgnum høllina.

Sum sagt eitt ótrúligt upplivilsi í allar mátar. Av øðrum upplivingum eru at nevna, at vit í tí eina dystinum møttu Virgen Islands, sum m.a. var mannað av hjúnunum Grumer. Eg telvaði móti manninum og Petur Eli Mikkelsen, sáli, ímóti konuni, sum var einasta kvinnan í opna bólkinum. Við til søguna hoyrir, at hon var komin so nær til at føða, at hetta bleiv síðsta talv hennara í kappingini, tí hon mátti á soppin – og so kom hon av Jomfrúoyggjunum aftrat..!!

Má leggja aftrat, at mín góði vinur Jákup var saman við øðrum talvforsetum flogin til Beograd til stórsligna móttøku hjá Tito, sjálvum ríkisleiðaranum í táverandi Yougoslavia. Jákup plagdi skemtandi at siga, at hann var einasti føroyingur, sum hevði heilsað upp á Tito – enntá á jøvnum føti, forsetarnir báðir!

Millum alt tað nógva, sum sett var í verk hesa tíðina eftir stovnanina av TSF, er brævtelvingin at nevna. Fleiri føroyingar luttóku tó í útlendskum brævtalvi frammanundan. Men nú varð sett á stovn føroyskt fyriskipað brævtelving við føroyskum teksti á talvkortinum, stórur áhugi við nógvum luttakarum. Nevni hetta, tí eg giti, at tað eru fleiri inni her, sum ongantíð hava hoyrt um hetta fyribrigdið, rætt og slætt tí teldutøknin langt síðani hevur ment okkum frá hesum talvslagnum, nú vit kunnu sita í Føroyum og telva snartalv móti einum, sum situr heilt yviri í Australia, um tað skal vera. Eg var uttanlands og spældi handbólt miðskeiðis í 70-unum og meldaði meg tí til føroysku talvkappingina í brævtelving, fyri at halda telvingina nøkulunda við líka. Gekk væl í hond, varð ein leikur fluttur um vikuna, og næstu vikuna kom svarið við postinum frá mótstøðumanninum, tvs. summi talv vardu umleið tvey ár. Tá vit koyrdu runt við toki til venjingar og handbóltsdystirnar, hevði eg ofta talvið/brævtalvini við mær. Hetta var rættiliga mennandi kappingarháttur, har tú fekk stundir at fara í dýpdina við talvinum. Tá eg kom heim aftur, meldaði eg meg til einstaklinga FM og vann kappingina júst her á hesum staði fyri .. júst 41 árum síðani.

Hóast nógv hevur verið telvað í Føroyum gjøgnum tíðirnar, so er felagstelvingin ikki so gomul her hjá okkum. Havnar Telvingarfelag, sum er vertur nú á páskum, hevur í ár eitt hálvrunt jubileum, nevnliga 95 ár á baki. Felagið varð stovnað 18. apríl 1923 og sigast má, at teir av sonnum hava brotið upp úr nýggjum hesi mongu ár.

Tað er ikki ov nógv at siga, at Havnar Telvingarfelag hevur verið flaggskipið í føroyskari telving stóran part av hesi tíð, tó onkur slaki hevur verið. Men tá hevur tað verið soleiðis, at onnur feløg hava traðkað til, sum td. hesi síðstu árini Sandavágs Talvfelag (ST). Og fyri eftirhondini nógvum árum síðani, var Kollafjarðar Talvfelag (KT) tað felagið, sum hevði flest lið í landskappingini og flestar virknar limir av øllum talvfeløgunum í landinum. Nú kunnu vit gleðast um, at hetta felag veruliga er komið við aftur, hugsi m.a. um altjóða talvkappingina, sum felagið saman við ST fyriskipaði í fjør í Kollafirði og nú endurtaka hesi somu í Sandavági í summar.

Longu árið eftir stovnanina gav Havnar Telvingarfelag (HT) út Talvbók á føroyskum við undirheitinum ‘Leiðbeiningar og reglur í telving’. Bókaútgávur tá í tíðini vóru sanniliga ikki gerandiskostur. Og sum framhald av hesum varð skipað fyri talvundirvísing, ið føroyameistarin og málfrøðingurin Tórarinn Evensen stóð fyri við flotta heitinum ‘ venjingar í talvfrøði’. Hetta fekk veruliga gongd á skipaða telving í Føroyum, og nógv talvfeløg vórðu stovnað kring landið.

Nakrar ferðir vóru vitjanir her av stórmeistarum. Kendastur av hesum var Baruch Wood, ið gav føroyingum steyp at kappast um, sokallaða Wood-borðið úr fílabeini í 1946, sum føroysk talvfeløg telvaðu um hvørjar páskir heilt fram til 1979. Somuleiðis varð skipað fyri altjóða brævtelving, fjarritatelving, radiotelving landanna millum og eisini bygdanna millum við einum leiki um dagin, seinni útvarpstelving osfr.

Hevði tann framíhjárætt at fáa um endan á hesi tíðini við teimum góðu gomlu, sum vóru onkusvegna kjarnin í HT, tá eg kom til Havnar í skúla 14 ára gamal. Var ógvuliga væl móttikin í talvhúsinum, sum stóð har ið Keypssamtøkan (í Dr. Jakobsens gøtu) er í dag. Sera væl móttikin av teimum øllum .. Palla Henriksen, Francis Goldney, Magnus Skæling, Sofus Joensen, Kristoffer Lutzen, Tórarinn Evensen o.ø. Slapp enntá at telva ímóti teimum. Fantastiskt upplivilsi fyri ein hugaðan ungan telvara av bygd.

Tað er nógv vatn runnið í havið síðani tá. Telving í Føroyum hevur ment seg á altjóða stig. Takk fyri stóra leiklut tykkara í hesum! Verið heilsaðir allir samlir!!

Fari at enda at ynskja Havnar Telvingarfelag hjartaliga til lukku við teim 95 árunum og ynskja felagnum blíðan byr í ókomnum døgum!

Hugaligt við stóra áhuganum fyri telving her á landi. Tað grør av sonnum um gangandi fót!

Við hesum orðum fari eg ynskja tykkum øllum góða talvkapping og lýsi við hesum talvpáskastevnuna 2018 at verða setta!

Hanus Joensen

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.