dav

Helgi vann

Í gjárkvøldið var kappast í snartalvi í Andorra millum teir, sum eru við í smálandakappingini fyri landslið í Evropa.
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann kappingina. Hann fekk seks av sjey stigum. Nummar tvey var annar stórmeistari, Igor Efimov úr Monaco. Hann fekk 5½ stig. Og nummar trý var John Rødgård, sum er gamal danmarkarmeistari í snartalvi. Hann fekk 4½ stig. 44 telvarar vóru við. Hvørgin stórmeistarin hjá Andorra, Oscar De La Riva og David Norwood, vóru við í kappingini. Helgi er tann, sum hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini í Andorra.
Klokkan trý seinnapartin verður farið undir dystirnar í áttanda og næstsíðsta umfari. Føroyar telva móti Kýpros. Føroyska liðið er nummar tvey í røðini, eitt stig aftanfyri Andorra. Kýpros er nummar fýra. Vinna Føroyar á Kýpros í dag, verður talan um beinleiðis finaludyst í morgin millum Føroyar og Andorra. Andorra hevur vunnið allar dystirnar í kappingini. Í dag telva teir móti Monaco, sum er nummar trý. Tíggju lið kappast.
Á føroyska liðnum í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum. Sí leinki niðanfyri.

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.