Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni bjóðar av í oddinum

Høgni bjóðar av í oddinum

 

20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen (2323) bjóðar av í oddinum av talvkappingini Faroes Open. Í dag vann hann við svørtum móti Sjúrði Thorsteinssyni (2191). Við sigrinum hevur Høgni nú 4½ stig av 6 møguligum saman við tveimum øðrum telvarum, og har er bert ein, sum er framman fyri á stigatalvuni. Tað er indiski IM Srinath Narayanan (2505), sum aftur vann í dag ímóti GM Allan Stig Rasmussen (2540).

Tað er eisini vert at nevna, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur havt torføra mótstøðu á vegnum. Hann hevur m.a. vunnið á GM Normunds Miezis (2447) og telvað javnt ímóti GM Helga Dam Ziska (2544), IM Srinath Narayanan (2505) og IM Martin Haubro (2365). Hetta eru alt telvarar, ið eru hægri rataðir enn Høgni sjálvur.

 

Ein annar ungur sandavágsmaður, Jón í Horni Nielsen (1557), hevur eisini havt eina sera góða kapping higartil. Hann hevur í løtuni 3½ stig, og í dag vann hann ein flottan sigur móti Herluf Hansen (2048). Jón hevur í morgin svart ímóti dananum Mikkel Manosri Jacobsen (2247).

 

Meira kunning um kappingina er at finna á heimasíðuni www.faroesopen.com.

 

Sí eisini

NM2017_HogniENielsen3

Høgni Egilstoft Nielsen vunnið sín næsta IM norm

Í stóru altjóða kappingini, Faroes Open, ið varð hildin í Kollafirði og endaði í dag, …