Heim / Tíðindi (síða 7)

Tíðindi

Havnin aftur á odda

Havnar Telvingarfelag vann hóskvøldið útsetta dystin í 1. deild, og er nú aftur á odda í fremstu deildini. 
 
 
 
 
Havnin og Sandavágur kappast
 
Landskappingin í talvi er sær sjálvum lík. Oddastríðið stendur enn sum áður millum argu kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.
 
Nú er tann fyrsti av teimum trimum útsettu dystunum í 1. deild spældur. Hóskvøldið møttust Havnin 1 og Sandavágur 2 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen í Havn. Havnarmenn vunnu tryggan sigur, 3½-½, og otaðu seg tí fram um aftur vágamenn í oddanum. 
 
Hálvtannað stig er á muni, sum er. Men kanska er leiðslan bara til láns, tí roknast kann við, at munurin verður minni eftir útsettu dystirnar í fjórða umfari. Tá telva havnarmenn móti A-liðnum hjá Klaksvík, og sandavágsmenn hava dyst móti B-liðnum hjá klaksvíkingum.
 
Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen ella Olaf Berg vóru tøkir hjá Havnini hóskvøldið, og hjá Sandavági restaði Bernhard Augustinussen.
 
 
 
 
  Havnar Telvingarfelag 1
Rtg
1
  Sandavágs Talvfelag 2
Rtg
3½: ½
 
1
FM
 
2182
 
 
2069
½ – ½
 
2
 
 
2152
 
 
1850
1 – 0
 
3
 
 
2148
 
 
1762
1 – 0
 
4
 
 
1897
 
 
1763
1 – 0

Tveir útsettir dystir í 1. deild eru nú eftir at taka, áðrenn telvarar fara í jólafrí. Dystirnir verða spældir soleiðis:

3. desember: Sandavágur 1 – Klaksvík 2
7. desember: Klaksvík 1 – Havnin 1
 
Dystirnir vórðu útsettir, tí at landsliðið hevur verið við í bæði smálandakapping á Jersey og EM-stevnuni í Montenegro í november.
 
Havnin 1 og Sandavágur 1 hava nú telvað tríggjar av fýra dystum, sama hava bæði liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag. B-liðini hjá Havnini og Sandavági hava telvað sínar fýra dystir.

Støðan í 1. deild

Rk.
Lið
1a
1b
2a
2b
3a
3b
4a
4b
5a
5b
6a
6b
 TB1 
 TB2 
1
Havnar Telvingarfelag 1
 * 
 * 
       
 
4
 
 
11
6
2
Sandavágs Talvfelag 1
   
 * 
 * 
3
 
3
 
     
9,5
6
3
Klaksvíkar Talvfelag 1
   
1
 
 * 
 * 
2
     
4
 
7
3
4
Sandavágs Talvfelag 2
½
 
1
 
2
 
 * 
 * 
     
6
3
5
Havnar Telvingarfelag 2
0
 
½
     
 
 * 
 * 
 
4,5
2
6
Klaksvíkar Talvfelag 2
½
     
0
     
 
 * 
 * 
2
0


Hinar deildirnar – 2.- 3.- og 4. deild – eru farnar í jólfrí. Eitt umfar í unglingadeildini var mikukvøldið. Spenningurin er stórur eftir fýra umfør. Klaksvík, Havnin og Gøta eru jøvn í oddanum við níggjum stigum hvørt. Níggju lið eru í unglingadeildini.
 
Telvað verður aftur 6. januar í nýggja árinum. Tá er fimta umfar á skránni í øllum deildum. Tá møtast oddaliðini Havnin 1 og Sandavágur 1. 
 
Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini fyri 2024  verður 9. mars.
 
 
Dagførdur styrkilisti
 
1. desember kunngjørdi altjóða talvsamgongan nýggja, dagførda ratinglistan. Nakrar smærri broytingar síggjast á føroyska listanum.
 
Fyrst er at siga, at Føroyar eru styrkismettar nummar 73 av teimum í alt 200 londunum, sum eru limir í alheims talvsamgonguni.
 
Niðanfyri sæst topp-15 í Føroyum. Í løtuni eru góðir 400 telvarar virknir í Føroyum. Á styrkilistunum, sum tey ellivu talvfeløgini í Føroyum hava sent Talvsambandinum í samband við landskappingina fyri feløg, eru í alt 415 telvarar skrásettir. 
 
Hetta eru teir virknu klubbtelvararnir. Spennandi hevði verið at fingið greiði á, hvussu nógvir virknir føroyskir net-telvarar munnu vera. Tað frættist um heilt nógv, serliga ung, sum telva á netinum. 
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nógv fremstur í Føroyum. Høgni Egilstoft Nielsen, sum er honum á baki, telvar kortini meira enn Helgi, og er tí í betri venjing. Veruligi styrkimunurin á teimum er tí helst ikki so stórur, sum tølini benda á.
 
Veteranurin John Rødgaard otar seg eitt sindur fram í røðini. John telvar á 1. borði hjá talvfelagnum í heimbýnum Esbjerg, sum er í næstbestu deildini.
 
John Arni Nilssen er nummar trý á listanum, men hevur ikki telvað stórvegis seinnu árini. Aðrir útisetar eru Jóan Hendrik Andreasen og Flóvin Tór Næs. Báðir telva í Danmark.  Jóan Hendrik er á 1. borði á øðrum liði hjá Brønshøj, og vann herfyri m.a. á fleirfalda danska meistaranum (GM) Jens Kristiansen (2345). Flóvin er so smátt farin at telva aftur, og situr á 1. borði hjá talvfelagnum í Haslev.
 
 
15 teir bestu
 
1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2550
2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2383
3. IM John Arni Nilssen (ST) 2327
4. Martin Poulsen (HT) 2284
5. IM John Rødgaard (VT) 2283
6. Rógvi Egilstoft (ST) 2258
7. Jóan Hendrik Andresen (HT) 2192
8. Flóvin Tór Næs (HT) 2190
9. Ólavur Simonsen (KTF) 2187
10. Hans Kristian Simonsen (KT) 2185
11. Carl Eli N. Samuelsen (HT) 2185
12. Olaf Berg (HT) 2176
13. Eyðun Nolsøe (KTF) 2167
14. Sjúrður Thorsteinsson (HT) 2155
15. Luitjen Akselsson Apol (HT) 2146
 
Í alt eru 415 virknir føroyskir telvarar.

Les meira »

Vágamenn fremstir

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin. 
 
 
Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir. 
 
Av tí at landsliðið herfyri hevur verið við í bæði smálandakappingini á Jersey og síðani í EM-stevnuni í Montenegro, hava dystir í ávikavist 3.-, og 4. umfari í 1. deild verið annaðhvørt framskundaðir ella útsettir.  
 
Men nú skulu hesir útsettu dystirnar telvast. Tann fyrsti verður nú hóskvøldið 30. november. Tá møtast Havnin 1 og Sandavágur 2 á Finsen í Havn. 
 
1. lið hjá Havnini hevur tveir dystir útistandandi, meðan FM-vinnararnir hjá Sandavági hava ein dyst útsettan.
 
 
Sandavágur tekur leiðsluna
 
Stutt áðrenn landsliðið fór av landinum seint í oktober var dysturin millum Sandavág 1 og Klaksvík 1 framskundaður. Vágamenn vunnu 3-1 á góðum klaksvíksliði.
 
Samstundis spældu B-liðini hjá Havnini og Klaksvík. Her var úrslitið, at Havnin sigraði.
 
Triði dysturin í hesum umfarinum millum Havnina 1 og Sandavág 2 verður sum nevnt telvaður nú 30. november.
 
 
 
 
3. umfar (29. oktober)
 
Bo.
2
  Klaksvíkar Talvfelag 1
Rtg
6
  Sandavágs Talvfelag 1
Rtg
1 : 3
 
1.1
 
 
2190
FM
 
2245
0 – 1
 
1.2
 
 
2165
FM
 
2386
0 – 1
 
1.3
 
 
2031
 
 
2078
1 – 0
 
1.4
 
 
2004
 
 
2092
0 – 1
 


Bo.
4
  Havnar Telvingarfelag 2
Rtg
5
  Klaksvíkar Talvfelag 2
Rtg
2½:1½
 
3.1
 
 
2011
 
 
2005
1 – 0
 
3.2
 
 
1960
 
 
1991
½ – ½
 
3.3
 
 
1858
 
 
1958
½ – ½
 
3.4
 
 
1746
 
 
1957
½ – ½
 
 
 
 
Tveir dystir útsettir 
 
Dystirnir í fjórða umfari vórðu ásettir at vera 12. november, men tá var EM-kappingin í Montenegro framvegis ikki liðug. Bara dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Havnini var tí telvaður, og her vunnu vágamenn.
 
Hinir dystirnir verða spældir nú í næstum. 
 
 
 
4. umfar (12. november)
 
Bo.
1
  Sandavágs Talvfelag 2
Rtg
4
  Havnar Telvingarfelag 2
Rtg
2½:1½
 
2.1
 
 
2078
 
 
1960
½ – ½
 
2.2
 
 
1887
 
 
1897
0 – 1
 
2.3
 
 
1850
 
 
1874
1 – 0
 
2.4
 
 
1762
 
 
1787
1 – 0
 
 
 

Støðan í 1. deild

Rk.
Lið
1a
1b
2a
2b
3a
3b
4a
4b
5a
5b
6a
6b
 TB1 
 TB2 
1
Sandavágs Talvfelag 1
 * 
 * 
   
3
 
3
 
     
9,5
6
2
Havnar Telvingarfelag 1
   
 * 
 * 
       
4
 
 
7,5
4
3
Klaksvíkar Talvfelag 1
1
     
 * 
 * 
2
     
4
 
7
3
4
Sandavágs Talvfelag 2
1
     
2
 
 * 
 * 
     
5,5
3
5
Havnar Telvingarfelag 2
½
 
0
     
 
 * 
 * 
 
4,5
2
6
Klaksvíkar Talvfelag 2
   
½
 
0
     
 
 * 
 * 
2
0
 
Sandavágs Talvfelag hevur 9½ stig fyri tríggjar dystir, Havnar Telvingarfelag tvey stig færri fyri tveir dystir.
 
Írestandi dystirnir í 1. deild fyri ársskiftið verða spældir soleiðis:
 
30. november: Havnin 1 – Sandavágur 2 (3. umfar)
3. desember: Sandavágur 1 – Klaksvík 2 (4. umfar)
7. desember: Klaksvík 1 – Havnin 1           (4. umfar)
 
 
 
Jólafrí í hinum deildunum
 
Í hinum deildunum eru allir dystir fyri fýra umfør avgreiddir. Unglingadeildin tekur tó sítt fjórða umfar í hesi vikuni. 
 
Dystirnir í fimta umfari verða í øllum deildum 6. januar komandi ár. Eftir tað er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og síðsta umfar í landskappingini verður 9. mars 2024. 
 

Støðan í 2. deild (eftir 4. umfar)

Rk.
Lið
1a
1b
2a
2b
3a
3b
4a
4b
5a
5b
6a
6b
 TB1 
 TB2 
1
Kollafjarðar Talvfelag 1
 * 
 * 
   
2
 
 
2
 
3
 
9,5
6
2
Havnar Telvingarfelag 3
   
 * 
 * 
2
 
 
 
2
 
9
6
3
Kongshavnar Talvfelag 1
2
 
2
 
 * 
 * 
 
3
     
8,5
4
4
Havnar Telvingarfelag 4
 
 
 
 * 
 * 
   
2
 
7,5
3
5
Klaksvíkar Talvfelag 3
2
 
 
1
     
 * 
 * 
 
7
3
6
Kollafjarðar Talvfelag 2
1
 
2
     
2
 
 
 * 
 * 
6,5
2


Støðan í 3. deild (eftir 4. umfar)

Rk.
Lið
1a
1b
2a
2b
3a
3b
4a
4b
5a
5b
6a
6b
 TB1 
 TB2 
1
Tofta Talvfelag 1
 * 
 * 
2
 
     
3
 
 
11
7
2
Sandavágs Talvfelag 3
2
 
 * 
 * 
 
3
     
 
10
7
3
Talvfelagið Rókur 1
 
 
 * 
 * 
3
 
3
     
9
4
4
Sandavágs Talvfelag 4
   
1
 
1
 
 * 
 * 
2
 
3
 
7
3
5
Gøtu Talvfelag
1
     
1
 
2
 
 * 
 * 
2
 
6
2
6
Vestmanna Talvfelag 1
½
 
     
1
 
2
 
 * 
 * 
5
1


Støðan í 4. deild (eftir 4. umfar)

Rk.
Lið
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 TB1 
 TB2 
1
Havnar Telvingarfelag 5
 * 
   
4
 
4
4
   
15,5
8
2
Klaksvíkar Talvfelag 5
 
 * 
2
     
3
 
4
4
13
7
3
Klaksvíkar Talvfelag 4
 
2
 * 
 
3
 
3
   
10,5
7
4
Stranda Talvfelag 1
½
   
 * 
   
3
 
3
4
10,5
6
5
Suðuroyar Talvfelag 1
0
 
 
 * 
   
4
 
4
9,5
4
6
Tofta Talvfelag 2
   
1
   
 * 
 
1
3
8,5
4
7
Sandavágs Talvfelag 5
0
1
 
1
   
 * 
 
3
 
5
2
8
Talvfelagið Rókur 2
0
 
1
 
0
3
 
 * 
   
4
2
9
Gøtu Talvfelag 2
 
0
 
1
 
½
1
 
 * 
 
2,5
0
10
Kongshavnar Talvfelag 2
 
0
 
0
0
1
     
 * 
1
0


Støðan í unglingadeildini (eftir 3. umfør)

Rk.
Lið
1
2
3
4
5
6
7
8
9
 TB1 
 TB2 
1
Havnar Telvingarfelag 1
 * 
2
       
2
 
4
8
4
2
Havnar Telvingarfelag 2
2
 * 
     
3
 
 
7,5
5
3
Stranda Talvfelag 1
   
 * 
1
 
 
4
 
6,5
2
4
Klaksvíkar Talvfelag 1
   
3
 * 
 
3
     
6
4
5
Gøtu Talvfelag 1
       
 * 
 
2
 
4
6
3
6
Talvfelagið Rókur 1
 
1
1
 
 * 
     
4,5
2
7
Sandavágs Talvfelag 1
2
     
2
 
 * 
   
4
2
8
Tofta Talvfelag 1
 
0
       
 * 
3
0
9
Gøtu Talvfelag 2
0
     
0
   
 * 
2,5
2


 

Innbjóðing: NM úttøku-finalan

Í vikuskiftinum verða NM úttøku-finalurnar í ymsu aldursbólkunum telvaðar í Sandavági. Leygardagin telvar A bólkurin í hølum Sandavágs, og sunnudagin telva B, C, D og E bólkarnir í Giljanes skúla. Báðar dagarnar verður byrjað kl. 13. Les meira »

Koppaðu stórmeistaranum

Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen eru nýggir føroyameistarar í snartalvi og kviktalvi.
 
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava um vikuskiftið vunnið FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti fyri brøðrunum í báðum kappingunum.
 
Árligu FM-kappingarnar í skjótu talvgreinunum hava um vikuskiftið verið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Luttøkan var góð. 37 kappaðust leygardagin í snartelving, og 50 telvarar vóru í dag við í kvikkappingini. Í snarkappingini vóru ellivu umfør, og í kvikkappingini níggju.
 
Í snarkappingini hevur hvør telvari tríggjar minuttir í part til talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini eru tíggju minuttir í part til talvið umframt fimm sekund fyri leikin.
 
 
Rógvi er snarmeistari
 
Rógvi Egilstoft vann snarkappingina í gjár. 
 
Hann var ósigraður í ellivu talvum; telvaði tvey jøvn og vann níggju. Javnleikirnir vóru móti Helga Dam Ziska og Heðini Gregersen. 
 
Helgi var leingi á sigurskós, men í áttanda umfari tapti hann fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni tapti afturímóti fyri Rógva og Margari Berg.
 
 
FM snar 2023
1. Rógvi Egilstoft, ST 10 stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
4. Jón í Horni Nielsen, ST 7
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 7
 
37 luttakkarar í alt.
 
 
Høgni vann kvikkappingina
 
Í kvikkappingini í dag tók yngri bróðirin revansju. Nú var Høgni bestur. Og annan dagin á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen á Helga Dam Ziska. 
 
Høgni vann rættiliga sannførandi. Eitt remis móti eldra bróðrinum, og so vann hann alt hitt.  Rógvi var ikki so hvassur í dag. Hann tapti fyri stórmeistaranum, og umframt javnleikin móti Høgna, var eisini remis móti Luitjen Akselsson Apol og Sjúrð Thorsteinsson. Helgi tapti toppdystin fyri Høgna, men vann allar hinar.
 
Helgi Dam Ziska hevur sitið tungt á FM-heitunum í snar- og kviktelving, men misti nú báðar trónurnar.
 
Høgni og Rógvi eru í bestu vejingarstøðu eftir bæði EM-kapping og smálandakapping í seinastuni. 
 
Somu fimm telvarar vóru fremstir báðar dagarnar.
 
 
FM kvik 2023
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½ stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
5. Jón í Horni Nielsen, ST 6
 
50 luttakarar í alt
 
 
FM í snartalvi seinastu tíggju árini
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
 
 
 
FM í kviktalvi 2019-2023
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen

Albania ov sterkir

Føroyska talvlandsliðið formáddi sær lítið móti Albania í síðsta umfari í EM-stevnuni í Montenegro mánadagin.
 
Vit taptu 3½-½. Bara veteranurin John Rødgaard var mentur at halda tørn. Hóast Albania var greiður favorittur, høvdu fleiri ivaleyst vónir um frægari úrslit enn hetta.  

Les meira »

Úrslit: FM fyri gentur 2023

Sunnudagin 10. november var FM fyri gentur 2023 telvað í Stranda Skúla. 9 gentur luttóku, og umframt Føroyameistaraheitið var eisini kappast um luttøku í Norðurlandameistaraskapinum fyri gentur. 2 gentur koma at umboða Føroyar í mars/apríl 2024 í U14 aldursbólkinum. Les meira »

Aftur ein javnleikur

Tað endaði 2- 2 móti Kosovo í næstsíðsta umfari í EM-kappingini í talvi í dag. Í seinasta umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Albania – sama dag, sum londini hittast í fótbóltslandsdysti í Tirana.

Tað vóru menninir á aftaru borðunum, sum tryggjaðu okkum javnleikin móti Kosovo. John Rødgaard og Rógvi Egilstoft – fremst høgrumegin á myndini – vunnu. Høgni Egilstoft og Martin Poulsen – innari á myndini – vóru við undirlutan í dag.
 
 
Kosovo vann á ovaru borðunum, har teir høvdu telvarar við hægri styrkitali, og Føroyar vunnu á aftaru borðunum, har vit høvdu telvarar við hægri styrkitali.
 
Høgni var væl við fyrstu tjúgu leikirnar, tá tók so smátt at dragna, og eftir tað varð hann stútt og støðugt niðurspældur. Hetta er bara annað talvið, ið hann tapir í kappingini. Mótstøðumaðurin er nógv hin sterkasti í Kosovo. Hann hevur sitið á 1. borði í hinum dystunum, sum vit hava havt móti Kosovo – í 2015 og 2017 – men tær ferðirnar tapti hann fyri Helga Dam Ziska.
 
Martin stóð heldur ikki verri eftir fyrstu tjúgu leikirnar, men so kom eisini stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu leikætlanina, og leyp framav í álopsroynd, sum dømd var at miseydnast.
 
Rógvi var hin kringari í rokmiklum talvi. Brádliga viltist annar rókurin hjá Kosovo-manninum inn í fíggindans land, og Rógvi var eftir tað eirindaleysur í lívligum og undirhaldandi talvi.
 
John Rødgaard er nú rættiliga komin fyri seg, og telvar sum í gomlum døgum. Í dag fekk hann fyrsta sigurin til høldar. Eitt flott posisjónelt kvalitetsoffur gav veteraninum fyrimun og gott spæl. Restin var teknikkur.
 
 
8. umfar (19. november) EM í Montenegro
 
Bo.
37
 
  Kosovo
Rtg
36
 
  Faroe Islands
Rtg
2 : 2
18.1
IM
 
2466
FM
 
2387
1 – 0
18.2
FM
 
2315
FM
 
2291
1 – 0
18.3
 
 
2216
FM
 
2254
0 – 1
18.4
CM
 
2200
IM
 
2281
0 – 1
 
 
Albania í síðsta umfari
 
Tað ber á brá at vera lagnunnar speisemi, at sama dag, sum Føroyar spæla EM-dyst móti Albania í fótbólti, er EM-dystur í talvi millum somu lond.
 
Føroyar hava tvær ferðir telvað móti Albania. Fyrri dysturin var á olympiaduni í Grikkalandi í 1988. Tá vunnu Føroyar óvæntað 2½-1½. 18 ára gamli Heini Olsen tryggjaði Føroyum sigurin á fjórða borði. Remis var á hinum borðunum. Á 1. borði telvaði John Rødgaard.
 
Annar dysturin var á talvolympiadu har eysturi í Kalmykia í 2010. Tá var úrslitið øvugt; Albania vann 2½-1½. Fremru borðini taptu – Helgi Dam Ziska og Olaf Berg – aftaru borðini fingu stigini; Carl Eli Samuelsen remis á 3. borði og Jóan Hendrik Andreasen vann á 4. borði.
 
Albania hevur verið favorittur í báðum undanfarnu dystunum, og tað eru teir aftur í morgin. Teir hava tríggjar altjóða meistarar á liðnum, og hava einstøk góð úrslit í hesari kappingini. Ein tepur 2½-1½ ósigur fyri sterka Kroatia man vera lutfalsliga besta úrslitið. Kosovo vunnu teir 3-1, men í dag vóru teir hepnir at vinna á Skotlandi. Skotar stóðu til at fáa fyrsta javnleikin í kappingini. Jonathan Grant sat á fjórða borði við púra upplagdari remisstøðu í endatalvinum, men á gátuføran hátt snávaði hann, og so vann Albania 2½-1½.
 
Føroyar hava bara Skotland aftanfyri seg, men vit og Albania eru javnir við fýra stigum hvør, og trý lið eru eitt stig fremri enn vit: Kosovo, Montenegro og Finnland.
 
 
Serbia ella Týskland
 
Alt bendir á, at antin Serbia ella Týskland fara at vinna EM. Londini, sum hava vunnið EM seinastu ferðirnar, eru ikki við. Tey eru Ukraina og Russland. Tey kríggjast nú á vígvøllinum ein óunniligari dyst enn á teimum 64 puntunum. 
 
Hvørki Týskland og enn minni Serbia hava verið so frammarlaga sum nú. Jugoslavia var altíð í fremstu røð í talvi, men eftir at samveldið syndraðist eftir borgarakríggið á Balkan í 90-unum, stóðu serbar í fleiri ár í skugganum av Bosnia-Herzegovina og Kroatia – fyrstu árini gjørdi Bosnia bart við eitt nú OL-silvuri í 1994. Oddamenninir vóru Føroyavinirnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov.
 
Men nú eru serbarnir aftur í fremstu røð. Kríggið í Ukraina spælir tó ein týðandi leiklut í hesum serbiska framlopinum. Russiska innrásin hevur fingið fleiri russiskar stórtelvarar at flýggja og seta búgv í øðrum londum. Tveir av hesum muna væl á serbiska landsliðnum nú í EM. Aleksandr Predke og Alexej Sarana sótu á báðum fremru borðunum hjá Serbia í toppdysti móti Onglandi í dag. Og nýggjur á 1. borði hjá Onglandi er annar russiskur stórtelvari – Nikita Vitiugov.
 
Týskarar hava fingið eitt nýtt ættarlið av ungum telvarum fram. Oddamaðurin er Vincent Keymer úr Mainz. Ein annar er Rasmus Svane úr Lubeck. Hann er føddur í Danmark, pápin er dani og mamman týsk, eftir fyrstu árini í Danmark flutti familjan til Týsklands.  Svane tryggjaði Týsklandi sigurin í dag á Fraklandi eftir at hini trý talvini endaðu jøvn.
 
Serbar vunnu 2½-1½ á Onglandi. Trý remis, men serbar vunnu á 4. borði. Hví Ongland brúkti eykamannin í hesum týðandi lykladysti er at undrast á, men tað kostaði teimum sigurin og møguleikan at vinna EM.
 
 
Norra og Ísland
 
Norra vann í dag flottan sigur á Hollandi. Magnus Carlsen avgjørdi dystin á 1. borði – hini trý endaðu jøvn. Noreg hevur nú togað seg fram millum fremstu tíggju londini í EM.
 
Og Ísland fekk í dag úrslitið, sum teir fara at dusa sær í eina góða løtu – 2½-1½ á Danmark. Hjørvar Steinn Grétarsson var stóra hetjan. Hann vann prestisjudystin á 1. borði móti sterkasta dananum, Jonas Buhl Bjerre. Á hinum borðunum var remis. 
 
Íslendingar vóru ógvuliga treystir, tí allir stóðu heldur kroystir eitt skifti. Leingi var líkt til, at Jesper Thybo Søndergaard fór at vinna á 3. borði, men Gudmundur Kjartansson stríddist manniliga, og eftir 136 leikir endaði talvið loksins remis – og so hevði Ísland vunnið.
 
Nøkur úrslit í dag:
Týskland – Frakland 2½-1½
Serbia – Ongland 2½-1½
Rumenia – Kroatia 1½-2½
Armenia – Grikkaland 2-2
Norra – Holland 2½-1½
Svøríki – Ungarn ½-3½
Danmark – Ísland 1½-2½
Sveis -Finnland 2 – 2
Albania – Skotland 2½-1½
 
Topp 5
Serbia  13
Týskland 13
Ongland 11
Armenia 11
Kroatia 11
 
9 og síðsta umfar (20. november)
Týskland – Kroatia
Serbia – Grikkaland
Ongland – Armenia
Norra – Kekkia
Svøríki – Ísrael
Ísland – Turkaland
Danmark – Eysturríki
Finnland – Belgia
Føroyar – Albania
 
Dystirnir í morgin byrja klokkan 14 okkara tíð. Leinki til øll borðini sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com

Úrslit: NM úttøku-undankappingarnar

Seinna NM úttøku-undankappingin var í Tofta Skúla í gjár. Tá skuldi avgerast, hvør ið sleppur við í finaluna, har ið kappast verður um NM luttøku. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið komandi ár. 8 sleppa við í finaluna í hvørjum bólki. Finalan verður í Sandavági um 2 vikur. Les meira »

2-2 móti Finnlandi

Sigurin móti Finnlandi var í eygsjón, men tá ið avtornaði, endaði dysturin javnur.  F.v.: John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Martin Poulsen. 
 
Føroyar telvaðu í kvøld javnt móti Finnlandi í EM-kappingini fyri landslið í Montenegro.
 
Eitt fínt úrslit.
 
Men vit áttu av røttum at vunnið. John hevði ein av teimum døgunum, tá ið talvið allan vegin er í sunnari javnvág, og eingin vandi er á ferð. Eitt trygt remis, og so var botnurin lagdur. 
 
Martin hevur telvað seg heitan, og nú koppaði hann sterkum mótstøðumanni við hvíta fólkinum á 2. borði. Í uppbýtinum til javnt endatalv var hvørgin heilt neyvur. Finnlendingurin fekk fyrst viðrák, men tvørrandi neyvleiki bar í sær, at alt kollveltist í einum viðbragdi. Brádliga hevði Martin bæði sett og matchbólt, og endin var, at hann setti mótstøðumannin skák og mát. Flott Martin – mótstøðumaðurin hevði útivið 100 ratingstig fleiri.
 
So vóru tað Egilstoft-brøðurnir. Høgni hevði eitt skifti greiðan fyrimun á 1. borði, og Rógvi stóð við javnari støðu á 3. borði. Neyðin hjá Høgna – og føroysku telvarunum sum heild – er tann, at hugsað verður so leingi um hvønn leikin, at tíðin verður ov knøpp upp undir evstamark. Tveir tímar eru til fjøruti leikir. Høgni hevði aftur í dag einans einar fimm minuttir í alt frá 25.- til 40. leik. Hevði Høgni verið neyvari og skarpari í hesum tíðarbili, hevði hann ivaleyst vunnið. Hann hevur greiðan fyrimun til 36 leik, men tá fer hann av kós og missir fyrimunin, og fær hann ikki aftur. Hesa avgerandi løtuna hevði hann í miðal hálvan minuttin til leikin. Í staðin endar talvið javnt eftir 51 leikir.
 
Nakað tað sama hendir Rógva. Hann hevur javna støðu í endatalvinum, men hevur ikki bindini til tolið verjuspæl, sum í hesum føri var neyðugt. Hann fer í staðin undir eitt ógrundað mótálop, og eftir fáum leikum er støðan tapt. Safety first! Tað veit síðumaðurin – John Rødgaard – afturímóti alt um.
 
 
7. umfar (18. november) – EM í Montenegro
 
Bo.
31
 
  Finland
Rtg
36
 
  Faroe Islands
Rtg
2 : 2
19.1
IM
 
2429
FM
 
2387
½ – ½
19.2
IM
 
2381
FM
 
2291
0 – 1
19.3
FM
 
2310
FM
 
2254
1 – 0
19.4
FM
 
2270
IM
 
2281
½ – ½


 Kosovo sunnudagin
 
Í næstsíðsta umfari sunnudagin møta Føroyar Kosovo. Teir eru styrkismettir eitt pláss aftari enn vit, men hava ligið eitt vet fremri alla kappingina.
 
Vit hava vunnið á Kosovo bæði í EM 2015 og EM 2017, men fyritreytirnar eru eitt sindur øðrvísi nú. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði báðar ferðirnar á Nderim Saraci, sum framvegis er teirra oddamaður, í øðrum lagi tykist Kosovo heldur styrknað síðani 2017. 
 
Men ein javnan og spennandi dyst vænta vit at fáa ímóti teimum.
 
 
Spennandi dystir
 
EM-kappingin fyri landslið í talvi er rættiliga spennandi. Nú Russland ikki er við, eru nógvir um boðið at vinna. Eingin beinleiðis favorittur er. Í løtuni stendur á jøvnum millum Týskland, Ongland og Serbia, men fleiri eru beint í hølunum á teimum.
 
Toppdysturin millum Týskland og Ongland endaði 2-2. Remis á øllum borðum, tó at telvað varð væl og leingi. 
 
Magnus Carlsen mundi tapt. Norra og Danmark brustu saman. 19 ára gamla danska stórtalentið Jonas Buhl Bjerre hevði heimsins besta á knøunum, men á næstan mozartskan hátt reistist Carlsen úr øskuni og fekk strítt seg til eitt harðvunnið remis. Og so vann Norra dystin tepurt.
 
Úrslit í 7. umfari:
Týskland – Ongland 2-2
Rumenia – Serbia 1½-21
Ungarn – Armenia 1½-2½
Kekkia – Frakland 1-3
Kroatia – Holland 2-2
Danmark – Norra 1½-2½
Svøríki – Turkaland 2½-1½
Ísland – Skotland 3½-½
 
Topp 5
Týskland 11
Ongland 11
Serbia 11
Frakland 10
Armenia 10
 
Botn 5
34. Finnland 4
35. Kosovo 4
36. Føroyar 3
37. Albania 2
38. Skotland 0
 
Dystir í 8 umfari (sunnudagin 19.11)
Týskland – Frakland
Ongland – Serbia
Norra – Holland
Svøríki – Ungarn
Danmark – Ísland
Finnland – Sveis
Føroyar – Kosovo

 

Móti Finnlandi í dag

Trý umfør eru nú eftir í EM-kappingini í talvi fyri landslið í Montenegro. Telvað verður í Budva við Adriatarahavið. Montenegro er komið undan Jugoslavia, sum hevði so sterka talvsiðvenju. Seks milliónir fólk búgva í Montenegro, og meginparturin dugir at telva.
 
 
Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi. 
 
Finnlendingar eru styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog.
 
Hvørgin av bestu telvarunum eru við. Tomi Nyback er ikki við á finska liðnum, og Helgi Dam Ziska er ikki við á føroyska liðnum í hesari kappingini. Teir eru at kalla javnsterkir.
 
Hetta er vist onnur ferðin, at vit møta Finnlandi á fýra borðum. Vit møttu teimum á olympiaduni í sveisiska býnum Luzern í 1982. Tá fingu vit bara eitt hálvt stig. Luitjen Apol telvaði tá remis á 1. borði móti Veio Maki. 
 
Annars hava vit nakrar ferðir telvað móti Finnlandi í 8-landakappingunum (víðkaðar norðurlandameistarakappingar) yvir seks borð. Vit hava tapt teir dystirnar, men í fyrstu 8- landakappingini í Oslo í 1983 vann Súni Ziska á 1. borði á fleirfalda finska meistaranum Kaarle Ojanen.
 
Stóra navnið í finskari telving er Heikki Westerinen. Hann hevur telvað í Føroyum, men nú hann táttar í tey 80 árini, er hann dragnaður til nummar 50 í Finnlandi, og sæst tí ikki longur á finska landsliðnum.
 
Hesir telva í dag:
 
Bo.
31
 
  Finland
Rtg
36
 
  Faroe Islands
Rtg
 
19.1
IM
 
2429
FM
 
2387
 
19.2
IM
 
2381
FM
 
2291
 
19.3
FM
 
2310
FM
 
2254
 
19.4
FM
 
2270
IM
 
2281
 
 
 
Tvey remis í gjár
 
Í sætta umfari í gjár telvaðu okkara menn móti ungdómslandsliðnum hjá Montenegro. Høgni og Martin telvaðu remis á ovaru borðunum, men Rógvi og John taptu á aftaru borðunum. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum.
 
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum. Vit hava Skotland aftanfyri okkum. Vit eru styrkismettir nummar 36, men Kosovo, sum er styrkismett nummar 37, stendur seg væl.
 
 
Bo.
36
 
  Faroe Islands
Rtg
34
 
  Montenegro Youth
Rtg
1 : 3
18.1
FM
 
2387
IM
 
2411
½ – ½
18.2
FM
 
2291
FM
 
2382
½ – ½
18.3
FM
 
2254
FM
 
2342
0 – 1
18.4
IM
 
2281
 
 
2344
0 – 1
 
 
Týskland og Ongland í toppdysti
 
Spenningurin harðnar í oddanum, nú tað styttist í kappingini. Í dag bresta oddaliðini bæði, Týskland og Ongland, saman í innanhýsis toppdysti. 
 
Bæði hava 10 stig(dystarstig: 2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnleik). Teimum næst eru Rumenia og Serbia við 9 stigum.
 
Úrslit í gjár:
Týskland – Rumenia 2 – 2
Holland – Ongland ½ – 3½
Serbia – Armenia 2 – 2
Pólland – Ungarn 2 – 2
Grikkaland – Aserbadsjan 2½ – 1½
Frakland – Slovenia 4 – 0
Norra – Sveis 3 – 1
Kroatia – Svøríki 3 – 1
Norðurmakedónia – Danmark 1½ – 2½
Spania – Ísland 3½ – ½
Skotland – Finnland 1 – 3
 
Støðan
Týskland 10
Ongland 10
Rumenia 9
Serbia 9
Frakland 8
 
19. Danmark 6
22. Svøríki 6
23. Norra 6
32. Ísland 4
35. Finnland 3
37. Føroyar 2
 
Dystirnir í dag byrja klokkan 14. Fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði. Heimasíða Talvsambandsins: faroechess.com hevur leinki til kappingina.