Finaludystur hjá Føroyum

Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako.   Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini.    Fyrrapartin vunnu Føroyar 3½-½ á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði.

Les meira »

Føroyar á odda

Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta.    Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.

Les meira »

Vunnu 3-1 á Liktinstein

Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar.   Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu á fyrstu trimum borðunum. Jón í Horni Nielsen tapti á fjórða borði í sínum fyrsta landsdysti. John Rødgaard hevði frí.

Les meira »

Knústu Luksemburg

Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina.  Allir á føroyska liðnum - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol - vunnu.  15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin.

Les meira »

Føroyar vunnu

Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa.  Dysturin millum liðini, sum eru styrkismett sum tey bæði stinnastu, og hava vunnið kappingina báðar seinastu ferðirnar, endaði 2½-1½ til okkara. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri á øðrum borði. Á hinum trimum borðunum endaði remis.

Les meira »

Oddabrak í dag

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin.   Lutakastið lagaði tað so, at favorittliðini taka sínamillum dystin longu í fyrsta umfari. Andorra vann kappingina seinast, og Føroyar vunnu næstseinast. 

Les meira »

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið

Úttøkukapping til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 27. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. (Tillagingar kunnu verða gjørdar) Kappast verður í trimum aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Les meira »

Frásøgn frá Øbro 85 års Jubilæumsturnering (Luitjen A. Apol)

Í tíðarskeiðnum 18.-24. Okt. luttók eg í kappingini Øbro 85 års jubilæumsturnering í Keypmannahavn. Telvað varð í hølunum hjá Skakforeningen-Øbro. Tað var ein sterk kapping við 26 luttakaranum, harav fimm stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar. Vladimir Hamitevici, sum býr og telvar í Klaksvík, vann kappingina við 7,5/9 stigum. Eg endaði á einum deildum 22. plássi við 3/9 stigum. Tað er ein hampilig ratingframgongd og eitt rímiligt úrslit av tí at allir mótstøðumenninir, eg telvaði ímóti, vóru væl hægri styrkismettir enn eg. Eg hevði tó nakrar góðar møguleikar at fáa meira burturúr í onkrum talvi, men tók tíverri ikki av, tá ið møguleikarnir vístu seg.

Les meira »