Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini – einasta FM-heitið higartil var í 1978. Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.
Les meira »Innbjóðing til GP finaluna 2024
Leygardagin 16. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.
Les meira »Innbjóðing: BGP9 í Havn
Komandi sunnudag, 17. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Finsen í Havn. Talan er um 9. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Havn byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »Havnin FM-vinnari í talvi
Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag. Við 3½ – ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26 FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest. Í botnstríðnum var sama úrslit; havnarmenn lívbjargaðu sær og sendu vágamenn úr deildini.
Les meira »Havnin ella Sandavágur
Í morgin leygardagin fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Havnarmenn standa til at taka FM-heitið frá vágamonnum, men við einum rimmar spurti kann Sandavágs Talvfelag endurvinna FM-heitið. Oddaliðini bresta saman í seinasta umfari. Eitt stig er nóg mikið hjá Havnar Telvingarfelag. Sandavágs Talvfelag skal afturímóti vinna toppdystin í minsta lagi 3½-½ fyri at endurvinna FM. Spenningurin er ikki minni í botnstríðnum. Stutt er millum B-liðini hjá teimum trimum feløgunum, sum eru umboðað í 1. deild – Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag
Les meira »Beinleiðs frá síðsta umfari í liðkappingini
Stroymt verður beinleiðis frá 10. og seinasta umfari í liðkappingini, ið verður telvað í morgin í skúlanum á Giljanesi, har allar deildir telva.
Les meira »Innbjóðing: BGP8 í Vestmanna
Komandi sunnudag, 10. mars, verður kviktalvkapping fyri børn í Miðnám í Vestmanna. Talan er um 8. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Vestmanna byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »Seinasta umfar verður telvað í Sandavági
10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Umfarið byrjar klokkan 12.00.
Les meira »Tillagingar í altjóða ratinglistunum hjá Fide
Frá í dag at rokna, 1. marts 2024, hevur Fide gjørt tillagingar í ratinglistunum. Størstu broytingarnar eru fyri telvarar, ið hava undir 2000 í rating.
Les meira »Innbjóðing: Samskip Open 2024
Kongshavnar Talvfelag bjóðar til GP 9, Samskip Open, vikuskiftið 1.-3. mars 2024, og aftur í ár eru góðir vinningar at vinna. Stað: Í Skúlanum við Løkin Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar fríggjadagin, 1. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik). Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.
Les meira »