Sandavágs Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2024.
Les meira »Innbjóðing: BGP5 í Gøtu
Komandi leygardag, 10. februar, verður kviktalvkapping fyri børn í Víkingahúsinum í Gøtu. Talan er um 6. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Gøtu byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »Úrslit: BGP5 í Runavík
Leygardagin 27. januar var barnakapping í skúlanum við Løkin í Runavík. Hettar var Barna Grand Prix kapping nummar 5 út av 10, og telvað var í 2 aldursbólkum: 4. fl og yngri og 5 fl. og eldri. Í alt luttóku 24 børn. 10 minuttir + 5 sekund var tíðin á klokkuni til talvini.
Les meira »Framvegis stórur spenningur
Dystirnir í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin broyttu heldur einki í oddastríðnum. Tað er framvegis eitt stig á muni millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Oddaliðini telvaðu bæði á Finsen í Havn. Havnarmenn høvdu ímóti sær B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum farna vikuskiftið koppaði A-liði felagsins, og sandavágsmenn telvaðu móti B-liðnum hjá Havnini. Oddaliðini vunnu bæði ruddiliga 3½-½. Spenningurin er tí enn hin sami, nú trý umfør eru eftir.
Les meira »Innbjóðing til Rókur Open
Talvfelagið Rókur bjóðar við hesum til Rókur Open komandi vikuskifti. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Innbjóðing: HT snar
6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Innbjóðing: BGP5 í Runavík
Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum
Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund.
Les meira »Innbjóðing: Barnatalvkapping á netinum
Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd. Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya.
Les meira »Styrkilistar dagførdir
Nøkur feløg hava valt at dagføra sínar styrkilistar. Dagførdu styrkilistarnir eru at finna her: Styrkilistar 2023/2024 – Talvsamband Føroya (faroechess.com)
Les meira »