Sunnudagin varð NM 2018 úttøkukappingin í talvi telvað í Klaksvík. NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Finnlandi í februar mánaða. Við vóru 23 luttakarar, býtt yvir 5 aldursbólkar, har tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar til NM. Spenningurin helt sær til seinasta leik í fleiri av bólkunum.
Les meira »Rógvi fekk IM-normin
Rógvi Egilstoft Nielsen tryggjaði sær sín fyrsta IM-norm við at vinna sítt talv í EM-kappingini fyri landslið í dystinum móti Kreta í dag. Sjálvur dysturin endaði javnur 2-2. Úrslitið kom eitt sindur dátt við, tí okkara telvarar høvdu allir hægri styrkital enn mótstðumenninir. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård telvaðu remis, men John Arni Nilssen tapti á fjórða borði.
Les meira »IM-normar í luftini
Klokkan eitt í dag verður farið undir næstsíðsta dystarumfarið í EM-kappingini fyri landslið í talvi á Kreta. Føroyar telva móti vertsoyggini Kreta, sum er styrkismett nummar 39 av 40 liðum. Føroyar eru styrkismettar nummar 35.
Les meira »Stórsigur í EM
Føroyar vunnu 3½-½ á Kosovo í sjeynda umfari í evropameistarakappingini í talvi fyri landslið á Kreta í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði javnt.
Les meira »Tepur ósigur
Føroyar taptu 2½-1½ fyri Moldova í sætta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hørð mótstøða var væntandi, tí Moldova er styrkismett væl omanfyri Føroyar, og hevði tríggjar stórmeistarar á liðnum í dag.
Les meira »Móti Moldova
Føroyar telva móti Moldova í sætta umfari í EM í talvi á Kreta í dag. Moldova er styrkismett nummar 24 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 35. Moldova mannar seg við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum móti okkum í dag.
Les meira »So vunnu vit
Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Montenegro í evropameistarakappingini í talvi á Kreta. Sigurin var líka óvæntaður, sum hann var kærkomin. Montenegro er styrkismett ovari enn Føroyar, og á trimum borðum høvdu mótstøðumenninir væl hægri styrkitøl enn okkara telvarar.
Les meira »Móti Balkalondum
Klokkan eitt í dag verður farið undir fimta umfar í EM-kappingini í talvi á Kreta. Í gjár telvaðu okkara menn móti Makedonia, eisini nevnt FYROM, í dag er Montenegro á skránni. Bæði vóru partur av gamla Jugoslavia, sum datt sundur um aldamótið. Talvsiðvenjan er ógvuliga sterk í Balkalondum. Jugoslavia var tiltikið talvland. Tað segðist, at ongastaðni í heiminum var talváhugin so stórur, og telvararnir so góðir, sum í Sovjetsamveldinum og Jugoslavia – og Íslandi.
Les meira »Úttøkukapping til NM fyri børn og ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður sunnudagin 5/11 kl. 13.30 í Klaksvík, í frítíðarskúlanum Snjallubjallu (Skúlavegur 1, yvirav KFUM & K). Kappast verður í 5 aldursbólkum, har øll eru hjartaliga vælkomin at verða við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Finnlandi í februar 2018.
Les meira »Nýtt 1-3 tap
Føroyska talvlandsliðið tapti annan dagin á rað 3-1 í EM-kappingini í talvi á Kreta. Ikki óvæntað var Makedonia okkum ein nóg so stórur biti. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft fingu við svarta fólkinum javnt á 1.- og 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu við hvíta fólkinum. Hetta var fyrsti ósigurin hjá Høgna í kappingini.
Les meira »