Úrslit og myndir frá NM úttøkukapping 11.20.2022

35 børn luttóku í vikuskiftinum í fyrru úttøkukappingini til NM 2023. Tey telvaðu í 5 ymiskum aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Tey kappaðust um at vera í topp 8 í hvørjum bólki, sum sleppa í eini finalu at telva um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa avstað, og í 2023 verður kappingin í Norra.

Les meira »

Talvlandsliðið fær gullvenjara

Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti.   Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum.   Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu.   Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.

Les meira »

Helgi endurvann FM

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi.    Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði.    Áhugin var stórur fyri kappingini. Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.

Les meira »

“Teir telva títt, teir telva dátt”!

Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu.   Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi. Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 12. og 13. november. 

Les meira »

HT vann barnaliðkappingina í Klaksvík 5/11

Leygardagin 5. november varð barnaliðkapping í kviktalvi telvað á Skúlatrøð í Klaksvík. 8 lið vóru við hesaferð í mun til 6 til seinastu kapping. Tey telvaðu í 2 ymiskum aldursbólkar. 4 flokk og yngri og 5 flokk og eldri. Í yngra bólkinum varð telvað einaferð ímóti hvørjum øðrum, og í eldra vóru dubultumfør telvað. Og tað var Havnar Telvingarfelag sum stóð seg best í báðum aldursbólkunum, og vunnu gull í eldra, og gull og silvur í yngra bólkinum.

Les meira »

Sandavágur í stórum stíli

Sandavágs Talvfelag er flúgvandi í føroysku landskappingini.    Í triðja umfari í dag vunnu vágamenn stórsigur 3½-½ á klaksvíkingum. Brøðurnir Rógvi og Høgni vunnu báðir á ovaru borðunum, og hava fult stigatal eftir trý umfør. Silas Eyðsteinsson vann eisini á triðja borði. Tann einasti, sum hóraði undan á klaksvíksliðnum, var Wille Olsen, sum telvaði javnt móti tí unga Jón í Horni Nielsen.

Les meira »

Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi er byrjað. Tvey umfør eru avgreidd, og í morgin er triðja umfar á skránni.   Í 1. deild er gongdin tann vanliga. Vágamenn leypa avstað. Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru sær sjálvum líkir seinir í byrjanarspurtinum, og liggja longu eina hálva bátslongd aftanfyri Sandavág.  Og uppflytararnir – Kollafjarðar Talvfelag – hava sum væntandi var ilt við at standa seg móti hinum.

Les meira »