Smuk-skak var ein vikuskiftiskapping, sum varð hildin í Skanderborg frá 20.–22. august. 80 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í 13 bólkar við 6 luttakarum í hvørjum bólki, uttan í veikasta bólkinum, har 8 luttakarar vóru. Eg var í bólkinum mester 3, sum var triðsterkasti bólkurin. Tað var ein ógvuliga javnur bólkur, har eg kanska var eitt sindur heppin at fáa fyrsta plássið við 3,5/5 stigum.
Les meira »Frásøgn frá Copenhagen Chess Festival (Luitjen A. Apol)
Kappingin Copenhagen Chess Festival varð hildin tann 23. – 25. juli 2021. Hóast navnið, so var hon hildin í Konventum og Højstrupgård í Helsingør. Tað var ein vikuskiftiskapping við 5 umførum, einum umfari fríggjadag, og tveimum hinar báðar dagarnar. Henda kappingin var skipað í staðin fyri stóru, árligu kappingina, Politiken/Xtracon cup, orsakað av Korona. 128 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í fýra bólkar, 32 í hvørjum bólki. Eg var í bólki B, og endaði á einum deildum 1. plássi við 4 av 5 stigum, javnur við tveir aðrar.
Les meira »Havnarmenn vunnu
Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.
Les meira »Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku
Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur. Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma. Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.
Les meira »Steypakappingin 2021
Steypakappingin 2021 verður 12. juni. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2020/21 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »Drama til síðsta leik
Seint út á sunnukvøldið bendi alt á, at Helgi Dam Ziska fór at endurvinna smálandakappingina í talvi. Men so tók alt eina bráða vend. Sunnukvøld 25. apríl – klokkuni nærkast tíggju á kvøldi. Helgi kýtir seg at vinna í síðsta umfari. Honum eydnast eftir tógvið slit at stríða seg til sigurs í hørðum dysti móti altjóða meistaranum Fred Berend úr Luksemburg. Samstundis er líkt til, at Pavlos Constantinou av Kyprós heilt óvæntað fer at bjarga sær eitt harðvunnið remis móti oddamanninum Michael Wiedenkeller. Til endans eru bara hesi bæði talvini eftir. Tað er seint, útivið fimm tímar eru gingnir síðani teir byrjaðu. Helgi fær eftir tolið og hugflogsríkt spæl vundið ein fyrimun úr støðuni, og fer í endatalv við støðu, sum ikki krevur annað enn góðan teknikk at vinna. Báðir fáa frúgv upp, men Helgi eigur eina avgerandi finnu aftrat. Væl telvað og ein kærkomin sigur til okkara …
Les meira »Remis í toppdysti
Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska at vinna avgerandi talvið móti Michael Wiedenkeller í gjárkvøldið í næstsíðsta umfari í smálandakappingini í talvi.
Les meira »Helgi í smálandafinalu
Klokkan fimm í dag verður fyrsti leikurin fluttur í avgerandi talvinum millum føroyska stórmeistaran Helga Dam Ziska og Michael Wiedenkeller úr Luksemburg um hvør av teimum verður vinnari í smálandakappingini millum bestu telvarar í smátjóðum í Evropa. Upp á spæl er eitt atgongumerki til World Cup stevnuna, sum er fyrsta stigið í heimsmeistarakappingini fyri einstaklingar.
Les meira »Óbroytt støða
Favorittarnir vunnu allir í sætta umfari í evropeisku smálandakappingini í talvi í gjárkvøldið. Støðan í oddanum er tí óbroytt. Helgi Dam Ziska vann við svarta fólkinum á Paul Carpenter av Jersey, sum hevur lægsta styrkitalið av teimum tíggju telvarunum. Hinir oddafiskarnir, Wiedenkeller og Efimov, vunnu eisini. Luitjen Akselsson Apol mátti dvína fyri Jake Darmanin av Malta.
Les meira »Tveir á odda
Eftir fimta umfar í kappingini um besta telvaran úr smátjóðum í Evropa eru nú tveir, sum kappast um sigurin. Teir eru Helgi Dam Ziska úr Føroyum og sviin Michael Wiedenkeller úr Luksemburg. Wiedenkeller vann í gjár lyklatalvið móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako. Helgi vann á Ezio Righi úr San Marino. Luitjen Akselsson Apol telvaði annan dagin á rað javnt – hesaferð móti Brezmes úr Andorra.
Les meira »