Eg luttók í kappingini Kronborg Chess Open frá 26. – 29. mai 2022. Kappingin var býtt í bólkar, við 8 telvarum í hvørjum, har allir telva einaferð móti hvørjum øðrum. Eg var í sterkasta bólkinum, og var fjór hægst styrkismettur. Eg kom væl frá byrjan, og lá einsamallur á odda áðrenn síðsta umfar, við 4,5/5 stigum. Eg snávaði tó síðsta dagin, við at tapa eitt vunnið talv á sterkasta telvara í kappingini, og einum javnleiki í seinna talvinum. So eg endaði á einum deildum øðrum plássi við 5/7 stigum, sum kortini er eitt gott úrslit.
Les meira »Sterkt føroyskt lið á talv-OL
Talvolympiada verður í summar. Russland skuldi av røttum hýsa stóru stevnuni í 2020, men korona spilti spælið. Kappingin varð tí útsett til 2022. Men nú verður hon ikki í Moskva, sum ætlað. Øll vita hví. Í staðin hevur India við stuttum skotbrá boðið sær at skipa fyri hesum ovurhonds stóra tiltaki.
Les meira »Eyka aðalfundur
Við hesum verður lýst til eyka aðalfund tann 14/5-2022 í Hotel Runavík. Á skránni er val av nevndarlimum og val av tiltakslimum.
Les meira »Steypakappingin 2022 verður 14. mai
Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2021/22 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »Helgi vann alt
Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi um vikuskiftið. Í FM-snarkappingini í gjár vann Helgi við fullum stigatali – 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt. Í kvikkappingini í dag var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.
Les meira »Beinleiðis frá FM í snar- og kviktalv
5 tey ovastu borðini verða víst beinleiðis. Sí leinkjur á https://live.faroechess.com
Les meira »FM í snar- og kviktelving
Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.
Les meira »Hattrikk til Høgna
24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum. Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.
Les meira »Myndir frá steypahandanini
Høgni er føroyameistari – stórur dramatikkur hjá unglingunum
Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki fyrr í dag, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Les meira »