Kappingarskráir fyri 1. og 2. deild

Skráirnar fyri 1. og 2. deild, har fyrsta umfar verður nú sunnudagin, eru nú klárar. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv lið verða í 3. deild, og tískil er hendan skráin ikki klár enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum. Fyrsta umfar í 3. deild verður 4. novembur.

Les meira »

Javnleikur í síðsta dysti

Føroyar telvaðu javnt 2-2 móti Trinidad & Tobago í síðsta umfari á talvolympaiduni í Georgia í dag. Martin Poulsen vann, John Rødgaard og Olaf telvaðu javnt, og Helgi Dam Ziska tapti. Helgi var ósigraður fyri dystin í dag, so tað mundi koma honum ógvuliga dátt við, at hann tapti við hvíta fólkinum fyri mótstøðumanni við 300 ratingstigum færri. At síggja til forroknaði hann seg í einfaldari støðu. Javnleikurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 103 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 76. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá føroyska liðnum hesaferð. Allir uttan Martin Poulsen ganga aftur í rating.

Les meira »

Uppreisn

Í dag gekk upp á stás hjá Føroyum á talvolympisku leikunum í Georgia. Okkara menn gjørdu bart og vunnu 4-0 á Ghana. Hetta er fyrsti dysturin, sum vit vinna við fullum stigatali. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu allir. Sveiggini eru stór hjá føroysku telvarunum í Batumi. Í gjár taptu vit 3-1 fyri Afghanistan, sum er styrkismett nummar 143, og í dag vunnu vit 4-0 á Ghana, sum er styrkismett nummar 141. Tann munurin, sum sambært styrkitølunum átti at komið til sjóndar og ruddað fyri greiðum føroyskum sigri í gjár, sást í staðin í dystinum í dag. Allir okkara telvaðu væl í dag og vunnu sannførandi; fyrst Olaf, so Carl Eli, so Martin og til endans Helgi. Eingin ivi er um, at Helgi styrkir liðið munandi. Eitt er, at hann er okkara akker, men tað tykist, sum ernast hinir á liðnum eisini, tá ið hann er við. Sigurin …

Les meira »

Nýtt lágmark

Tað gongur illa hjá føroyska talvlandsliðnum í Georgia. Í dag taptu vit 3-1 fyri Afghanistan. Føroyska liðið er styrkismett nummar 76, Afghanistan nummar 143. Føroysku telvararnir høvdu á øllum borðum umleið 300 ratingstig fleiri enn afghansku mótstøðumenninir. Úrslitið er tí næstan óhoyrt.

Les meira »