Jólakapping í Vestmanna

lidkapping2

  Aftur í ár skipaði Vestmanna Talvfelag fyri jólakapping, 18 dec., og í ár vóru 17 luttakarar, allir ímóti øllum, snartalv (5 min).Vinnari gjørdist Martin Brekká, meðan Jón og Jákup A. spældi umdyst um 2. plássið, sum Jákup vann.Eftir kappingina bleiv borðreitt við ræstari súpan og kjøtið, og mandilgáva var givin, hana vann Borgar.   Endaliga úrsliti gjørdist:   1.   Martin Brekká             14 stig2.   Jákup Andreasen        11½3.   Jón Mikkelsen             11½4.   Hanus Ingi Hansen      115.   Alfred Olsen               116.   Kári Durhuus              117.   Samson Højgaard       10½8.   Einar Olsen                 9½9.   Borgar J. Stórá            8½10. Palli Johannesen          6½11. Rógvi Hansen              6½12. Sjúrður Olsen             613. Petur Højgaard           5½14. Rúni Vørmadal            515. Jákup Durhuus            4½16. Jóhan E. Vørmadal      417. Jóhan Jákup Vørmadal 0   Vestmanna Talvfelag

Les meira »

Er talv ítrótt ?

Eitt áhugavert innslag varð gjørt eftir London Chess Classic av CNN, har núverandi heimsmeistarin Anand og Kasparov tosa um talv sum ítrótt.

 

Les meira »

Aðalfundur og jólaborðhald – HT

Aðalfundur og jólaborðhald hjá Havnar TelvingarfelagLeygardagin 18.12.2010 kl. 17.00 verður sambart lógum felagsins aðalfundur í hølunum hjá Havnar Telvingafelag. Aftaná aðalfundin kl.19.00 verður árliga jólaborðhaldið og snartalv á skránni. Kappast verður m.a um ferðasteypið sum Hjalti T. Jógvanson hevur æruna av at verja. Tilmelding á ronny@kallnet.fo / 591000, kostnaður kr. 200,- Tilmeldingarfreistin er mikudagin 15.12.2010 Vinarliga møtið fjølmentNevndin  

Les meira »

Hans Petersen 1930 – 2010.

Hans Petersen (Hans hjá Olivari) farin !

Týskvøldið andaðist Hans Petersen í heimi sínum í Toftum í Vestmanna.

Hans Petersen var føddur 26 mars 1930 í Vestmanna. Hann lærdi mannagongdina um 12 árs aldur, og var við frá byrjan tá ið Vestmanna Talvfelag var stovnað í 1951.

Les meira »

Talvborðið í Klaksvík

 

Nýggir beinkir við Talvborðið í Klaksvík.

Sum sæst á myndini eru seks nýggir beinkir komnir at standa kring talvborðið, sum býarfríðkanardeildin við Hans Hjalta Skaale býargartnara hjá Klaksvíkar Kommunu hevur gjørt. Tað serliga við bonkunum er, at vangarnir eru skrýddir við talvfólki, sum eru feld inn í betongið. Ein bonkur fyri hvørt talvfólk. Tað eru sostat ein Kongabonkur, Frúarbonkur og somuleiðis beinkir við Róki, Riddara, Bispi og Finnu.

Les meira »

FM fyri Ung Finalan

Finalan í FM fyri Ung einstaklingar varð telvað í Kommunuskúlanum í vikuskiftinum. Tvær undankappingar hava verið upp til finaluna. Telvararnir ið sessaðust við borðini í finaluni, telvaðu umframt FM-heitið, eisini um luttøku til NM í skúlatelving, sum verður í Norra komandi ár.

Les meira »

FM fyri ung einstaklingar – Finalan

fm ung finala 09 231

"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2011 - sum hesuferð verður telvað í Norra 18 - 20 februar.

Les meira »