Vágamenn gera bart

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag bjóða nú av álvara oddaliðnum úr Havn av í landskappingini í talvi.    Í útsetta dystinum í fjórða umfari í fremstu deildini millum Sandavág og Klaksvík B. í gjárkvøldið  vóru vágamenn eirindaleysir og vunnu 4-0.   

Les meira »

Havnin styrkti oddastøðuna

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar í toppdysti í talvi í gjárkvøldið. Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir í gjár.   Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við. 

Les meira »

Føroyar frammarlaga í talvi

Nú altjóða talvsamgongan FIDE um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, sæst, at Føroyar nú tátta í tann ovasta triðingin av londum í øllum heiminum. 

Les meira »

Úrslit frá NM úttøkukappingini

Í gjár vóru finalurnar í NM úttøkukappingunum leiktar í Klaksvík.  Tveir teir bestu telvarirnir í hvørjum vunnu sær pláss at telva í NM fyri børn og ung, ið verður telvað í Svøríki í februar 2022.

Les meira »

Finala í NM-úttøkukappingini

Finalan til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 11. desember kl. 11.00 í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. Tillagingar kunnu verða gjørdar. Kappast verður í fimm aldursbólkum, og tvey tey bestu sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Svøríki í februar 2022.

Les meira »

Føroyar vunnu smálandakappingina

Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum Malta hevur hýst seinastu vikuna.  Í níggjunda og seinasta umfari í dag gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir. Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýprós. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýprós aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.

Les meira »

Sigurin komin undir land

Føroyar standa á gáttini at vinna smálandakappingina í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Nú restar heilt lítið í.   Í áttanda umfari í dag telvaðu Føroyar og Kýprós javnt 2-2. Allir telvaðu remis uttan stórvegis hóvasták.    Líkt er til, at føroyingar hava kent seg so tryggar longu fyri dystin, at teir fóru ikki heilhugaðir eftir sigrinum. Besta dømið um tað man vera, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska helt frí. Teir eldru sýndu teimum yngstu tað álit, at lata bæði Luitjen og Jón telva í dag, tó at teir høvdu mótstøðumenn við hægri styrkitali yvirav sær á aftaru borðunum. 

Les meira »

Vunnu 4-0

Tað endaði 4-0 til Føroyar, tá toppur og botnur møttust í sjeynda umfari í smálandakappingini í talvi á Malta. Føroyar telvaðu í dag móti einum kvinnuliði, sum loysir av San Marino, ið gav avboð til kappingina. Hesar, ið rópa seg ESNA Woman, eru ikki mentar at standa seg í kappingini, og tí var eingin bilsin, at allar fýra taptu fyri oddaliðnum. 

Les meira »

Føroyar vunnu

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta.   Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt. 

Les meira »