TSF – Grand Prix Kapping 2012/13

Grand Prix kappingin 2012/13 fevnir um 9 kappingar:   Kappingarnar síggjast á talvkalendaranum, sum liggur á heimasíðuni hjá TSF.   Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst luttøka í Finaluni og 4 undankappingum, harav luttikið skal vera í minst einari rataðari kapping (Open).    KAPPINGARREGLUR   1) Kvik-kappingar: Hvør telvari fær 15 min. í part til hvørt talvið, telvað verða 7 umfør. Finalan 9 umfør.   2) FM Snar: Telvað verða 9 dupultumfør.    3) Snar-kappingar: Telvað verða 9 umfør. Hvør telvari fær 5 min. í part til talvið.   4) Rataðar kappingar: Telvað verða 5 umfør. Umhugsunartíð verður ásett av fyriskipara.     5) Grand Prix stig verða latin soleiðis í hvørjari kapping:    • Nr. 1 fær 7 GP stig • Nr. 2 fær 5 GP stig • Nr. 3 fær 4 GP stig • Nr. 4 fær 3 GP stig • Nr. …

Les meira »

Innbjóðing til GP1, snartalv kl. 14.00

startmynd09

    Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 9 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping. Telvað verður í Klakvíkar Talvfelag leygardagin 20. oktober kl. 14.00.  Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella smsa 22 14 22, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 18.00. Talvsamband Føroya  

Les meira »