OL 2016: 6. umfar – Arbeiðssigur

3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari hósdagin 8. august er nøktandi, hóast okkara menn vóru greiðir ratingfavorittar á øllum borðum. Suðuroyingarnir á fyrsta og triðja borði vunnu, og hinir spældu javnt. Eitt sindur hugstoytt, at hvørgin av okkara “hvítu” monnum vunnu. Jóan Hendrik hevur framvegis ikki løtt kanónina nóg sterkt. Hann vann tíðliga finnu og fekk góða støðu, men so kom stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu loysnina, hin fekk stundir at javna støðuna, og tók síðani okkara mann á bóli við snildisligari finnutøku. Eftir tað vóru møguleikarnir at vinna farnir.

Les meira »

OL 2016: Afrikanskt mótstøðulið

Eftir ein hvílidag verður nú aftur lagt til brots á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Í sætta umfari í morgin hósdagin skal føroyska landsliðið móti Sao Tome og Principe, sum er oyggjasamfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator. Á oyggjunum búgva eini 200.000 fólk. Føroyska liðið tapti í fimta umfari mikudagin 2½-1½ fyri Algeria, sum var styrkismett beint frammanfyri Føroyar. Sjúrður Thorsteinsson var dagsins maður og vann fínt talv á 4. borði. Helgi Dam Ziska hevði munin á 1. borði, men fyrimunurin var ikki nóg stórur til at vinna talvið.

Les meira »

Altjóða Talvkapping í Runavík

talv_flagg

Altjóða Talvkapping í Runavík Talvsamband Føroya hevur tikið stig til eina altjóða talv kapping, sum hevur fingið heitið Runavik Open. Arbeitt hevur verið í eina tíð at fyriskipa kappingina og nú kann Talvsamband Føroya loksins almennakunngerað at Runavík Open verður í døgunum 21. til 28. November 2016. Kappingin bjóðar bæði útlendskum og føroyskum telvarum til kappingina, og nú leingi hevur verið róð uppundir kappingina  er orðið komið út og telvarar bæði í Føroyum og uttanlanda hava ótolnast eftir at tilmeldingin skal lata upp.

Les meira »

OL 2016: 4. umfar – Sterkir íslendingar

Tað gjørdist júst so stríggið, sum fryktandi var fyri, tá ið Føroyar telvaðu móti Íslandi í Baku í dag. Helgi Dam Ziska var á 1. borði tann einasti av føroyingunum, sum var mentur at standa sterku og væl útbornu íslendingunum kurl. Á øllum hinum borðunum vórðu okkara menn trýstir aftur í verjustøðu. Teir royndu sum frægast at spjálka, men til fánýtis. Teir treiskaðust kortini væl og leingi, og ikki fyrr enn fimm tímar vóru farnir, løgdu Jóan Hendrik og Sjúrður kongin.

Les meira »

OL-liðið: Tryggur sigur á Jersey

I 3. runde ved OL i Baku blev det som forventet til en stor sejr over Jersey. Helgi vandt et parti, hvor modstanderen hurtigt lavede en unøjagtighed. Derefter fik vi en typisk sicilianer, hvor sort tidligt får sikret kongen og spiller på de svagheder, som hvid pådrog sig i sit forsøg på at angribe. Helgi fik godt spil på dronningefløjen, og da modstanderen havde fået stillet alle sine brikker op til forsvar der, svingede Helgi hurtigt og fikst angrebet over mod hvids konge, der stod ene og alene uden mulighed for at forsvare sig. Jeg brugte endnu en gang et forslag fra vores holdkaptajn, GM Branko Tadic. Da vores analyse endte efter 10 træk, havde jeg allerede næsten afgørende fordel. I hele partiet stod modstanderens løber på c8, fordi han ikke kunne flytte bøderne på b7 og d7. Da han endelig forsøgte at spille d6, tabte det øjeblikkeligt. En sådan …

Les meira »

OL 2016: Vit møta Íslandi

Eftir stórsigurin á Jersey í dag er greitt, at Føroyar fáa Ísland í fjórða umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í morgin mánadagin. Tað verður vorðið sum avbjóðing. Ísland hevur ríka talvsøgu og hevur verið fremsta talvtjóð í heiminum eftir fólkatalinum. Glæsisligasta tíðarskeiðið í íslendskari telving mundi vera í 80-unum. Tá mannaðu teir seg við stórmeistarum á hvørjum borði, og endaðu nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986.

Les meira »