Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2017
talv-logo

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2017

Bjóðað verður til Føroyameistaraskapið í talvið 2017, ið verður hildið í Løkshøll, Runavík, í døgunum 08/04-2017 til 15/04-2017.

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni.

Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

 

Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017.

Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og  Almenna bólkin. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

Allir bólkar telva soleiðis:

Leygardagur  08. apríl        kl. 14.00

Sunnudagur  09. apríl        kl. 14.00

Mánadagur    10. apríl        kl. 17.00

Týsdagur       11. apríl        kl. 17.00

Mikudagur     12. apríl        kl. 10.00

Mikudagur     12. apríl        kl. 17.00

Hósdagur      13. apríl        kl. 14.00

Fríggjadagur 14. apríl        kl. 14.00

Leygardagur  15. apríl        kl. 11.00

 

Í Almenna- og Unglinga bólkinum er møguligt at fáa eitt frí-umfar, ið gevur ½ stig. Hetta er bert møguligt í 1-7 umfar. Um telvari ynskir at fáa eitt frí-umfar, skal sigast frá í seinasta lagi hósdagin 6. apríl.

 

Telvað verður í Løkshøll, og verða 30 talv víst beinleiðis hvønn dag.

 

Dómari:  FA Hans Hjalti Skaale

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460 – 1553706 hjá Talvsambandi Føroya, 

í seinasta lagi mánadagin 3. apríl !  Við tilmelding skal upplýsast: FM 2017, navn og bólkur.

 

 

Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 221422 ella teldupostadressu: faroechess@faroechess.com

 

Vinningar

Landsliðsbólkur:                 nr. 1 – Kr. 5.000,                nr. 2 – Kr. 3.000,                nr. 3 – Kr. 2.000

1. Bólkur:                              nr. 1 – Kr. 2.000,                nr. 2 – Kr. 1.500,                nr. 3 – Kr. 1000

Almennur bólkur:                nr. 1 – Kr. 1.500,                nr. 2 – Kr. 1000,                 nr. 3 – Kr. 500

Unglingar:                           nr. 1 – Kr. 1500,                 nr. 2 – Kr. 1000,                 nr. 3 – Kr. 500.

 

Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.

 

 

Vakurleikasteyp verður latið besta talvi.

 

Um FM heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.

Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.

 

 

Við Talvkvøðu                  Talvsamband Føroya

cropped-logo_fp.png

Sí eisini

Styrkilistar 2017/18

Sandavágs Talvfelag FM Rógvi Egilstoft Nielsen FM Høgni Egilstoft Nielsen Silas Eyðsteinsson Torkil Nielsen Bernhard …