NM – Luitjen og Elias góða byrjan

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið.   Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum.

Les meira »

Beinleiðis frá NM

Talvini kunnu síggjast beinleiðis á hesu síðuni: https://nm2021.faroechess.com/live-games/  Fleiri upplýsingar viðv. kappingini síggjast her: https://nm2021.faroechess.com/

Les meira »

NM í ungdómstelving í Føroyum

Í morgin fríggjadagin 9. september byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi.    Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør eru fríggjadagin, tvey leygardagin og tvey sunnudagin.

Les meira »

Frásøgn frá Smuk-skak (Luitjen A. Apol)

Smuk-skak var ein vikuskiftiskapping, sum varð hildin í Skanderborg frá 20.–22. august. 80 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í 13 bólkar við 6 luttakarum í hvørjum bólki, uttan í veikasta bólkinum, har 8 luttakarar vóru. Eg var í bólkinum mester 3, sum var triðsterkasti bólkurin. Tað var ein ógvuliga javnur bólkur, har eg kanska var eitt sindur heppin at fáa fyrsta plássið við 3,5/5 stigum.

Les meira »

Frásøgn frá Copenhagen Chess Festival (Luitjen A. Apol)

Kappingin Copenhagen Chess Festival varð hildin tann 23. – 25. juli 2021. Hóast navnið, so var hon hildin í Konventum og Højstrupgård í Helsingør. Tað var ein vikuskiftiskapping við 5 umførum, einum umfari fríggjadag, og tveimum hinar báðar dagarnar. Henda kappingin var skipað í staðin fyri stóru, árligu kappingina, Politiken/Xtracon cup, orsakað av Korona. 128 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í fýra bólkar, 32 í hvørjum bólki. Eg var í bólki B, og endaði á einum deildum 1. plássi við 4 av 5 stigum, javnur við tveir aðrar.

Les meira »

Havnarmenn vunnu

  Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.

Les meira »

Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku

Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag.    Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur.   Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma.    Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.

Les meira »

Steypakappingin 2021

Steypakappingin 2021 verður 12. juni. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2020/21 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Les meira »