Heim / Tíðindi (síða 60)

Tíðindi

179 lond í talv-OL

Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur.

Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teimum í alt 179 liðunum í almennu kappingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telvarar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð.

Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis – og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rødgaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237. Les meira »

Olaf Berg gott úrslit

Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Les meira »

Helgi nummar fimm í Faroes Open

Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst. Les meira »

Seinasta umfar á Giljanesi

Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum.  Les meira »

Sterk talvkapping á Giljanesi

Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.

 

Les meira »

Snarkapping

Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

So er klárt til Faroes Open 2018

Annað árið á rað verður kappingin Faroes Open telvað. Í ár verður hon telvað í Sandavági í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Sandavágs Talvfelag, og tað er skúlin á Giljanesi, sum verður karmur um stóru kappingini.

Les meira »

Havnin steypavinnarar 2018

Havnar Telvingarfelag gjørdist vinnari av steypakappingini 2018.

Í frálíkum kørmum Úti á Gjógv í Sandavági, varð steypakappingin í talvi fyriskipað. 8 lið vóru við í kappingini, harav Sandavágs Talvfelag veruliga spílaði seg út, og luttók vid 3 liðum! Kappingin bleiv skipað soleiðis, at øll liðini telvaðu móti hvørjum øðrum einaferð. Sterkasta liðið á pappírinum var Sandavágs Talvfelag 1, har Nielsen beiggjarnir mannaðu fremstu borðini. Næstir vóru havnamenn, sum høvdu GM Helga Dam Ziska á 1. borði.  Les meira »

OL-talvlandsliðið sett

Nú er greitt, hvussu føroyska talvlandsliðið verður mannað á olympiaduni í heyst. Liðið skal kunngerast á samkomu í Sandavági í kvøld, har ið hin árliga steypakappingin millum lið hevur verið í dag.

Hin 43. talvolympiadan verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár. Les meira »

Helgi í topp 100

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.

Les meira »