Heim / Tíðindi

Tíðindi

Talvlegan og Barna Grand Prix 2024

Í vikuskiftinum 6.-7. apríl var nógv á skránni fyri ungar telvararí Føroyum. Hettar er fyrstu ferð, at TSF hevur roynt at skipa fyri venjingarlegu fyri børn, og undirtøkan var sera góð – fult tilmeldað við 36 luttakarum! Legan var í Skótahúsinum í Klaksvík, og var hon skipað í samstarvi við eldhugað foreldur. Á skránni var undirvísing av GM Helga Dam Ziska ogfyrrverandi føroyameistara Rana Nolsøe, talv-stafett, talv-spurnarkapping, snartalv, heilafimleikur, fótbóltur og fantastiskt samanhald. Les meira »

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík.

40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, og telvað verður í trimum aldursbólkum. Í tí yngsta bólkinum, bólki C, umboða nýklækti Føroyameistarin Lisa Xin og Natasja Mørkøre Føroyar. Les meira »

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.
 
Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. 

Les meira »

Ungir telvarar gera um seg

Ungdómurin sigraði í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum. 
 
Nýggi føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, er bara 18 ár. Almenna bólkin vann Elias Petersen, sum er 16 ár, og í unglingabólkinum bar av. Har vann 9 ára gamla Lisa Xin – einsta genta í flokkinum.
 
Hon er yngsti vinnari í unglingabólkinum nakrantíð. Metið átti Olaf Berg, sum 12 ára gamal varð unglingameistari í 1999. 
 
Lisa byrjaði at telva fyri sløkum tveimum árum síðani. Tá byrjaði hon at ganga til barnatelving í Havnar Telvingarfelag. Í vetur hevur Haldur Suni Johansen lagt teimum yngstu telvarunum í Havn lag á eitt kvøld um vikuna. Undirtøkan hevur verið góð. Útivið fjøruti børn hava í vetur gingið til barnatelving í Havn.
 
Haldur sigur, at Lisa er ógvuliga nærløgd og hugagóð. Eftir aldrinum dugir hon merkiliga væl at hugsavna seg. Hon tykist vera ógvuliga hugtikin av spælinum. Hon er nom og situr væl undir, tá talvlærarin greiðir frá. Hon er ógvuliga kring í álopsstøðum og sær og roknar væl, eru kombinasjónir í støðuni. Viðhvørt er hon í so ótolin, og fær tí ikki altíð upp í lag at fáa fólkið út, áðrenn hon fer í álop.
 
Mangt bendir á, at Lisa kann fara at gerast heilt góður telvari, men enn er hon bara 9 ár, og tá kunnu onnur áhugamál eisini stinga seg upp.
 
Lisa er fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur kinesisk foreldur. Pápin, Qin, er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Lisa tosar føroyskt flótandi, sama ger yngri beiggin, Andrew, sum er sjey ár, og sum eisini er gávuríkur telvari. Hann var leingi ein av harðastu kappingarneytunum hjá systrini í FM-kappingini á páskum. 
 
Lisa er kortini ikki fyrsta gentan, sum vinnur FM fyri unglingar. Hon er tann triðja. Hinar eru Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag (2008) og Sára Traber Olsen úr Havnar Telvingarfelag (2010).

Les meira »

Nógv fylgdu við stroymingini frá FM

Tølini frá Lichess.org vísa, at nógv fólk fylgdu við í stroymingini í FM, ið var á páskum.

Hyggjaratølini vóru:

  • Landsliðsbólkurin: 16.000
  • Almenni bólkurin: 4.600
  • Unglingabólkurin: 4.000

Innbjóðing til steypakapping 2024

Steypakappingin verður telvað leygardagin 13. apríl á Strondum.

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2023/24 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix finalan í Klaksvík

Komandi sunnudag, 7. apríl, verður kviktalvkapping fyri børn í Skótahúsunum í Klaksvík (Gerðagøta 11). Talan er um seinastu kapping út av 10 av hesum slag, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Klaksvík byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða telvað í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek Les meira »