OL 2016: 6. umfar – Arbeiðssigur

3-1 móti Sao Tome og Principe í sætta umfari hósdagin 8. august er nøktandi, hóast okkara menn vóru greiðir ratingfavorittar á øllum borðum. Suðuroyingarnir á fyrsta og triðja borði vunnu, og hinir spældu javnt. Eitt sindur hugstoytt, at hvørgin av okkara “hvítu” monnum vunnu. Jóan Hendrik hevur framvegis ikki løtt kanónina nóg sterkt. Hann vann tíðliga finnu og fekk góða støðu, men so kom stígur í hjá honum. Hann fann ikki røttu loysnina, hin fekk stundir at javna støðuna, og tók síðani okkara mann á bóli við snildisligari finnutøku. Eftir tað vóru møguleikarnir at vinna farnir.

Les meira »

OL 2016: Afrikanskt mótstøðulið

Eftir ein hvílidag verður nú aftur lagt til brots á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Í sætta umfari í morgin hósdagin skal føroyska landsliðið móti Sao Tome og Principe, sum er oyggjasamfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator. Á oyggjunum búgva eini 200.000 fólk. Føroyska liðið tapti í fimta umfari mikudagin 2½-1½ fyri Algeria, sum var styrkismett beint frammanfyri Føroyar. Sjúrður Thorsteinsson var dagsins maður og vann fínt talv á 4. borði. Helgi Dam Ziska hevði munin á 1. borði, men fyrimunurin var ikki nóg stórur til at vinna talvið.

Les meira »

Altjóða Talvkapping í Runavík

talv_flagg

Altjóða Talvkapping í Runavík Talvsamband Føroya hevur tikið stig til eina altjóða talv kapping, sum hevur fingið heitið Runavik Open. Arbeitt hevur verið í eina tíð at fyriskipa kappingina og nú kann Talvsamband Føroya loksins almennakunngerað at Runavík Open verður í døgunum 21. til 28. November 2016. Kappingin bjóðar bæði útlendskum og føroyskum telvarum til kappingina, og nú leingi hevur verið róð uppundir kappingina  er orðið komið út og telvarar bæði í Føroyum og uttanlanda hava ótolnast eftir at tilmeldingin skal lata upp.

Les meira »