Høgni telvdi vakrasta talvið

Stórtalentið, 13 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, varð heiðraður at hava telvað vakrasta talvið í FM-kappingini fyri einstaklingar 2010, sum var í Sandavági á Páskum.

Les meira »

Live – telving NM

Bæði Herborg Hansen og Sára Traber Olsen, telva á liveborðum ídag. Annað umfar byrjaði kl. 11.00 og 3 byrjar kl. 17.00. Fylgjast kann við á: http://www.skaksamband.is  

Les meira »

NM fyri gentur í Íslandi í vikuskiftinum

Norðurlendska Meistaraheitið 2010 í talvi fyri gentur, verður telvað í Reykjavík í vikuskiftinum. Ferðalagið er komið fram í øllum góðum og fyrsta talvið verður telvað í kvøld, kl. 19.30.

Við støði í FM fyri gentur fyrr í ár, eru Føroyar umboðaðar við Sáru Traber Olsen, úr Tórshavn, Herborg Hansen, úr Klaksvík, Signhild Durhuus og Honnu Jacobsen, báðar úr Kollafirði.

Les meira »

Arctic Chess Challenge – fyrsti av tveimum pørtum

ziska-burmakin

ziska-burmakin

Í døgunum 31. juli – 08. august tók eg lut í opnu talvkappingini, Arctic Chess Challenge, í Tromsø. Kappingin, sum á fyrsta sinni var hildin í 2006, telist nú millum sterkastu opnu kappingar í Skandinavia, og í ár var hon enn tá sterkari enn (tó ikki eins stór og) tann navnframa Politiken Cup, sum í mong ár hevur verið væl umtókt millum føroyingar. 164 telvarar tóku lut í Arctic Chess Challenge í ár, harav 25 stórmeistarar og 25 altjóða meistarar.

Les meira »

Arctic Chess Challenge – seinni partur

moiseenko-ziska

moiseenko-ziska

Talvið móti Alexander Moiseenko (2667) var hæddarpunktið í kappingini. Javnleikurin kom til høldar eftir 5 tímar og 50 minuttir og 133 leikir, har eg hevði verið undir trýsti meginpartin av tíðini (sí talvið við viðmerkingum niðanfyri). Síðsta hálva tíman hevði mótstøðumaðurin sitið og putlast og roynt at massera eina steindeyða støðu til lívs, og av tí sama høvdu vit bara 15 minnuttir at koma okkum, áðrenn snarkappingin fór í gongd. Eg hevði bestan hugin at geva avboð og tørna inn tíðliga, men valdi tó at taka lut, eftirsum eg longu hevði goldið fyri at vera við.

Les meira »

Innbjóðing: Steypakapping 2010 og Talvgalla við Gjógv

Eftir heilt einastandandi væl eyðnaðu steypakappingarnar 2007/2008/2009, skipar Talvsamband Føroya - aftur í 2010 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 11. september 2010. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt ekseptionelt góðir.

Les meira »