Høgni og Luitjen á odda

Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið. Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð.

Les meira »

Helgi fremri enn íslendingar

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á.   Íslendingar hava altíð staðið føroyingum sum lýsandi fyridømi í talvi. Tað er ikki av ongum, at Ísland hevur havt støðu sum lutfalsliga fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Íslendska talvsøgan er so glæsilig, at hon kann sammetast við víðagitnu fornsøgurnar. 

Les meira »

Seinasta freist at melda til FM í talvi nærkast

Í døgunum frá 9. – 15. apríl verður FM í talvi fyri einstaklingar á skránni, og fyri fyrstu ferð í 50 ára søguni hjá FM verður kappingin hildin á Eiði. Tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

Les meira »

Kjølur Open 2022

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2022 dagarnar 1.-3. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2021/22. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

Havnarmenn vunnu

Finaludysturin í dag um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari. Spenningurin var elektriskur til síðsta leik í dystinum. Vágamenn máttu vinna dystin, skuldu teir endurvinna FM-heitið, havnarmenn stóðu seg við javnleiki. 

Les meira »