Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari

Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102). Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin. Flott Jón, og tillukku við sigrinum!

Les meira »

Reykjavik Open: Støður og myndir eftir 3. umfar

Frásøgur og myndir frá Katrini D. Apol og Eyð Matras úr Reykjavík. Myndir frá teimum báðum fyrstu døgunum í Reykjavík Open kappingini. Í fyrra umfarinum í dag fingu føroyingarnir 3 stig, tá Helgi, Heiðrikur og Margar vunnu síni talv. Í seinna umfarinum var úrtøkan 5 stig, tá Janus, Elmar, Allan og Jón vunnu, meðan Leif og Flóvin leiktu sínámillum remis. Helgi tók fríumfar og fekk 1/2 stig. Serliga úrslitið hjá Jón var gott, tí mótstøðumaðurin hevði 2102 í rating.

Les meira »

Reykjavik Open: Helgi er favorittur

Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi. Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976.

Les meira »

Reykjavik Open: Tólv føroyingar telva í Reykjavík

Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag. Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.

Les meira »

Innbjóðing til steypakapping 29. apríl

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2016/17 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Les meira »

Helgi Dam Ziska føroyameistari

Stórmeistarin er aftur føroyameistari Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga.

Les meira »

Umdystur í unglingum – LIVE beint nú

Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen telva beint nú umdyst um Føroyameistaraheitið í unglingum. Telvað verða 2 talv við tíðini 25 min + 10 sek/leik. Dagføring: Fyrra talvið endaði við javnleiki. Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com

Les meira »