NM 3-4 umfar

Heldur frægari

 

3 og 4 umfar vórðu telvaði ídag, og úrtøkan var heldur frægari enn ígjar.

Les meira »

NM 1-2 umfar

Tvey umfør eru telvaði av Norðurlandameistaraheitinum í skúlatelving, og hava føroysku unglingarnir lagt varisliga út.

Fyrsta umfar varð úrtøkan einans ½ stig, meðan annað umfar eydnaðist heldur frægari við 2½ stigi.

Les meira »

ST-Kvik

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13. Kappingin byrjar leygardagin 02. februar  kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part. Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3 Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum. Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el faroechess@faroechess.com Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00 Møtið fjølment ! SANDAVÁGS TALVFELAG  

Les meira »

Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv

 

Janus Skaale luttók í november 2012 í World Youth Chess Championships 2012 í Slovenia.

Janus hevur í hesi grein gjørt viðmerkingar til tvey av talvum hansara í kappingini.

 

 

 

Les meira »

Rókur-open

Rókur Open 2013


Um vikuskiftið sótu telvarar – ungfólk eins og tilkomnir menn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka  og hugsaðu so tað brakaði í. 
Fyri 7 ferð varð skipað fyri einari Rókur Open kapping, og 5 umfør vóru telvd.

Sum siður er, møttu NM-luttakararnir fjølmentir til dystin fús.
10 unglingar fara til Íslands í februar mánað, og er Rókur Open liður í fyrireikingunum.

Samanlagt 37 telvarar luttóku í kappingini í Sundalagnum, sum ár undan ári hepnast sera væl.
Bæði hvat luttøku og einastandandi góðum karmum viðvíkur, har Sunda Kommuna er hollur viðspælari.

Les meira »

IM John Rødgaard FM í Snartalv

IM John Rødgaard Føroyameistari í snartalv.

Føroyameistaraheitið í snartalv bleiv telvað í vikuskiftinum.

 

Í øllum aldursbólkum við styrkitølum frá 1000 til 2356, møttu18 telvarar til dystin fús.

Frálíku karmarnir í Skúlanum á Løgmannabreyt løgdu lunnar undir eina góða kapping.

 

Les meira »