Stórmeistarin er aftur føroyameistari Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga.
Les meira »Umdystur í unglingum – LIVE beint nú
Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen telva beint nú umdyst um Føroyameistaraheitið í unglingum. Telvað verða 2 talv við tíðini 25 min + 10 sek/leik. Dagføring: Fyrra talvið endaði við javnleiki. Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com
Les meira »FM 2017 – Endaumfari í talvi
Í skrivandi stund verður endaumfarið í talvi telva í Løkshøll í Runavík. Byrjað varð kl. 11 og liðugt verður einaferð út á seinnapartin. Her eru nakrar myndir frá talvunum, ið eru í gongd júst nú.
Les meira »FM 2017 – Myndir dagur 5-6
Myndirnar hevur Esbern Christiansen tikið.
Les meira »FM 2017 – Myndir dagur 4
Myndirnar hevur Esbern Christiansen tikið.
Les meira »Úrslit frá talvkappingini fyri børn í Løkshøll
Mikudagin, tá ið dupult-umfar var á skránni í Føroyameistaraheitinum í talvi, varð skipað fyri barna- og ungdómskapping millum umførini. Frálíku umstøðurnar í Løkshøll eru soleiðis , at meðan sjálvt FM verður telvað í høllini, er góða kantinan staðið, har telvarar og talváhugaði kunnu njóta ein góðan kaffimunn og fylgja við talvunum á stórskíggja. Barna- og ungdómskappingin bleiv hildin í kantinuni, og møttu 24 telvarar ymsa staðni frá. Hesi vórðu býtt í 3 bólkar, har tann yngsti (1. Og 2. Fl.) hevði 12 luttakarar, meðan 3-4. Fl. var 6 og elsti bólkurin eisini 6. Allir bólkarnir telvaðu 5 umfør uttan klokku og gekk tað bæði skjótt og væl at avgreiða.
Les meira »FM 2017 – Myndir dagur 3
FM 2017 – Myndir dagur 2
FM 2017 – Myndir dagur 1
Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll (Runavík).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina 🙂 Telvað verður í 5 aldursbólkum: 2 flokkur og yngri 3 og 4 flokk 5 og 6 flokk 7 og 8 flokk 9 flokk og eldri
Les meira »