Báðir okkara fremstu telvarar, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum hava vunnið FM-heitið seinastu seks árini, eru einsamallir á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Teir eru eitt heilt stig undan hinum næstu.
Les meira »Fundarfrásøgn frá aðalfundinum 25. mars
Aðalfundur 25.03.2023 í Skúlanum við Løkin, Runavík Til staðar: Ingi Wiberg, Gunnleif Rasmussen, Herborg Hansen, Katrin D. Apol, Brandur Ellingsgaard, Rógvi Egilstoft, Olaf Berg, Margar Berg, Eivind Jacobsen, Jónas Sólsker, Rógvi H. Olsen, Willemoes Olsen, Petur Páll Mikkelsen, Finnbjørn Vang, Henrik W. Joensen
Les meira »Stóri FM-kongurin
Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so. Fyrstu FM-kappingarnar vóru longu fyri seinna heimsbardaga. Tá var bara eitt veruligt talvfelag í landinum og einki Talvsamband. FM-kappingar frá 1938 til 1956 vórðu tí í høvuðsheitum ein kapping millum havnarmenn um hvør av teimum var bestur. Avbygdamonnum stóð kortini frítt at vera við, tí her var talan um almenna FM-kapping. Og nakrir bitu á.
Les meira »Favorittarnir vunnu
Allir, ið telvaðu við svarta fólkinum, vunnu í fyrsta umfari. Tað var úrslitið á teimum fýra borðunum í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi, sum byrjaði í dag.
Les meira »So byrjar FM
100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl. Í alt 68 telvarar eru við í teimum fimm bólkunum, sum kappast verður í. Tað er mesta luttøkan í átjan ár. Telvað verður á Finsen í Havn. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, 24 í almenna bólkinum, 20 í unglingabólkinum, og átta verða við í veterankappingini.
Les meira »Paringarnar fyri FM gjørdar
Paringar fyri allar bólkarnar eru gjørdar. Fyri Landsliðs- og 1. bólk er talan um øll umførini, og 1. umfar fyri Almenna- og Unglingabólkin. Sí meira her.
Les meira »Úrslit og myndir frá VT Barna Open 2023
VT Open var sunnudagin telvað í Miðnám í Vestmanna. 36 børn luttóku í alt, og 5 umfør vóru telvað í tveimum aldursbólkum.
Les meira »HT1 vann unglingadeildina í liðkappingini
Unglingadeildin telvaði seinast umfar í mikudagin í síðstu viku. Hetta var skipað sum felagsumfar og var ST vertur á degnum.
Les meira »Søguliga sterkt FM
Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar. Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.
Les meira »FM nærkast
Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl. Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini. Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.
Les meira »