Liðkappingin 2016/17 – Havnin økir

Alt bendir á, at FM-stríðið í landskappingini í talvi í vetur fer at standa millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hevur vunnið meistaraheitið seinastu fýra árini. Dystirnir í triðja umfari vóru sunnudagin. Oddaliðið úr Havn gjørdi bart móti Kollafirði og vann 4-0. Sandavágur fekk 3½ móti øðrum liði hjá Klaksvík. Havnarmenn otaðu seg tí eitt hálvt stig aftrat undan sandavágsmonnum, men munurin er bara eitt stig.

Les meira »

NM úttøkukapping

Úttøkukapping til NM verður í desembur mánaði. Tað er ikki endaliga avgjørt, um tað verður fyrsta ella næsta vikuskifti, men tað verður boðað frá sum skjótast. Í hesum sambandi verður eisini gjørt vart við, at luttøku í Runavík Open telur við í úttøkuni til NM. Tað er ikki krav hjá unglingum at luttaka. Men enda telvarar javnir í úttøku kappingini, harav annar hevur luttikið í Runavík Open, meðan hin ikki, so verður luttøka í Runavík Open mett hægri. Talvsamband Føroya

Les meira »

John Rødgaard Norðurlendskur meistari fyri seniorar

John fer at skriva meiri um Norðurlandameistaraheitið, men her kemur ein samandráttur. Undertegnede deltog i perioden 21.-30. oktober i Nordisk Mesterskab i skak. I den øverste række spillede man om det ”rigtige” Nordiske Mesterskab. Det blev overbevisende vundet af den svenske stormester Erik Blomqvist, der scorede 7 points i de 9 partier. Nr. 2 blev den 17-årige dansker, Martin Percivaldi, som med sine 6 points scorede en GM-norm. Nr. 3 blev den svenske stormester, Alex Smith med 5½ points.

Les meira »

Havnin á odda

Annað umfar í liðkappingini í talvi var um vikuskiftið. Í 1. deild eru Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag lopin avstað undan hinum. 

Les meira »

ST-Open 2016

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »

GP 2 í Sandavági

GP 2 verður í Sandavági leygardagin 29. oktobur kl. 13.00. Telvað verður í talvhølinum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.

Les meira »

Helgi Dam Ziska vann GP1 í Klaksvík

Fyrsta kappingin í talvkalendaranum varð telvað í Klaksvík leygardagin. Hóast fletting og annað forðaði nøkrum at møta, so bleiv kappingin væl sterkari enn vanligt. Komandi stórmeistarin Helgi Dam Ziska var greiður favorittur, men eisini Olaf Berg, Ólavur Simonsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vóru til dystin fús.

Les meira »

Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku. Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri. Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari. Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið. Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, umboð Havnar Telvingarfelag. Kelda: www.vp.fo og torshavn.fo

Les meira »

GP 1 í Klaksvík

Fyrst GP-kappingin verður í Klaksvík leygardagin 15. oktobur kl. 13.00. Kappingarskipan: Snartalv 3 min + 2 sek/leik, 9 umfør, swiss. Møguliga round-robin um luttøkan er lág. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 751422 ella finnbjorn@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktobur kl. 18.00. Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina!

Les meira »