Ein dómsnevnd hevur nú tikið avgerð um, at Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag fær virðislønina fyri vakrasta talvið í FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum.
Les meira »Eyka aðalfundurin verður 4. mei
Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 4. mei kl. 16.00 (uml) – beint eftir steypakappingina.
Les meira »Steypakappingin 2019 verður 4. mei
Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2018/19 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »4 ár er eingin aldur!
27. apríl verður onnur talvkapingin av 4, sum Talvsamband Føroya og talvfeløgini skipa fyri. Fyrsta kappingin varð telvað í Klaksvík, og var luttøkan á einari leið, tá talan er um fyrstu kappingina.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung leygardagin 27. apríl
Onnur av 4 kappingum fyri børn og ung verður í Gula Skúla í Havn leygardagin 27. apríl kl. 11.
Les meira »Helgi flott FM-hattrick
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kappingina, sum skipað var fyri í samband við FM-talvkappingina fyri einstaklingar, sum endaði í dag.
Les meira »Helgi á odda
Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár.Tað var telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.
Les meira »Linligur føroyskur dagur
Lítið plúmm var í føroysku telvarunum í fimta umfari í víðkaðu FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.Helgi Dam Ziska lat sjálvboðin oddasessin frá sær til Normunds Miesiz, tá ið hann longu eftir sjey leikir sættaðist við remis móti Carsten Høi. Hví Helgi ikki bjóðaði til at gera eina roynd at vinna á danska mótstøðumanninum, sum er útivið 200 ratingstig aftari enn hann, og sum hann longu 14 ára gamal var mentur at vinna á, tá ið hann tryggjaði sær fyrsta IM-normin í Politiken Cup í 2005, er at undrast á.
Les meira »Helgi og Miezis javnir
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú lagt seg fram undir liðina á lettlendska stórmeistaranum Normunds Miezis í víðkaðu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Í fjórða umfari í gjár vann Helgi ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á Sjúrða Thorsteinssyni. Miezis telvaði javnt móti danska stórmeistaranum Carsten Høi. Danin hevði greiðan materiellan fyrimun í endatalvinum, men gav støðuna upp fyri remis vegna ólíkalittar bispar á borðinum. Teldan roknaði støðuna greitt til fyrimunar fyri Høi, men stórmeistararnir samdust um remis.
Les meira »Remis í toppdysti
Talvið millum favorittarnar Helga Dam Ziska og lettlendska stómeistaran Normunds Miezis í triðja umfari í FM-kappingini í talvi í gjár endaði javnt. Helgi bjóðaði remis longu í tólvta leiki. Mestur hava báðir gingið í remistonkum longu áðrenn talvið byrjaði. Føroyskir talvfjepparar høvdu helst vónað, at okkara toppseedaði stórmeistari fór at leggja eitt sindur meira fyri í oddabrakinum, serliga nú hann longu er farin eitt hálvt stig afturum Miesiz. Men líkt er til, at Helgi setti seg ikki føran at vinna við svarta fólkinum móti tí næstbesta.
Les meira »